Óli og Signhild til HM í Korea

Á Svimjistevnuni í Pálshøll í dag varð boðað frá, hvør hevur klárað kravtíðir til HM og NMU eins og ársins svimjarar eisini vórðu heiðraðir

Á Svimjistevnuni í Pálshøll í dag varð kunngjørt, at Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir hava klárað kravtíðirnar til heimsmeistaraskapið á langgeil í 2019, sum verður í Gwangju í Korea 21. til 28. juli í ár.

Hesi hava klárað kravtíðir til NMU (Norðurlendska meistarastevnan fyri ung), sum verður í Vejle í Danmark 13. til 14. juli í ár:

Bartal E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag

Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag

Rebekka Trygvadóttir úr Ægir

Ronja Ró í Dímun úr Havnar Svimjifelag

Kristina í Skála úr Havnar Svimjifelag

Á svimjistevnuni í Vági vórðu hesi eisini heiðrað:

Ársins stjørnuskot hjá gentum: Kristina í Skála úr Havnar Svimjifelag

Ársins stjørnuskot hjá dreingjum: Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag.

Ársins svimjari hjá kvinnum gjørdist Signhild Joensen úr Ægir

Ársins svimjari hjá monnum gjørdist Rókur Trygvason úr Ægir

##med2##

##med3##

##med4##

 

##med5##

 

 

Hægstu finastig hjá kvinnum á stevnuni í Vági fekk Signhild Joensen. Hon fekk 773 finastig í 100 m rygg.

Hægstu finastig hjá monnum á hesari stevnuni fekk Óli Mortensen úr Havnar Svmijifelag. Hann fekk 691 finastig.

##med2##