##med2##
Umframt at práta við føroyska liðskiparan, Suna Juul Pedersen prátaði flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen eisini við liðskipararnar hjá Skotlandi, Íslandi og Grønlandi.
Niall Collin (Skotland), Kristján Valdimarsson (Ísland), og Vittus Fontain (Grønland) eru nøgdir við fyriskipanina, ið teir halda hevur verið framúr góð frá føroyskari síðu.
Niall Collin er eisini fegin ítróttarliga nú skotar vunnu gull. Kristján Valdimarsson iðrar seg um, at íslendingar ikki fingu meir burturúr dystinum móti Føroyum, meðan Vittus Fontain er eins og hinir grønlendsku spælararnir glaður fyri møguleikan at sleppa at kappast.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Niall Collin (Skotland), Kristján Valdimarsson (Ísland), og Vittus Fontain (Grønland) høvdu at siga í samrøðu við Óla G. Samuelsen.