Tað var eitt tað størsta vónbrotið hjá føroyska A-landsliðnum nakrantíð.
Eftir at hava verið omaná so at siga allan dystin, og serliga seinnu trý korterini, endaði tað við einum 2-0 tapi, sum enn einaferð vísti, at fótbóltur ikki er rættvísi.
Spælararnir hingu við høvdinum eftir dystin móti Estlandi, og Allan Simonsen segði eftir dystin, at ein av uppgávunum til dystin móti Litava var at finna sinniliga yvirskotið.
? Lagið hevur verið gott undir venjing, og tað var ikki so torført at koma fyri okkum aftur, sum eg væntaði, at tað fór at verða, sigur Jens Kristian Hansen, liðskipari á føroyska liðnum.
? Hetta var eitt stórt vónbrot fyri okkum allar, tí vit høvdu betri uppiborið, men tað ræður um hjá okkum at gloyma dystin og bert hugsa fram til næsta dystin. Tað haldi eg, at vit hava klárað væl farnu dagarnar.
? Og eg kann vissa øll um, at vit eru sera uppsettir uppá at fáa eitt gott úrslit í dystinum móti Litava.
Hava áður skift fleiri spælarar
Gulu kortini í dystinum móti Litava høvdu við sær tvey leikbann til dystin í kvøld. Søgan um leikbannið hjá Sámal Joensen er vælkend, og harafturat er John Petersen eisini leikbannaður.
? Tað er sjáldan, at vit hava spælt við sama liðnum í nógvar dystir, og tí fara vit eisini at klára okkum við broytingunum, sum nú mugu gerast. Onkuntíð hava vit verið noyddir at skifta fýra ella fimm mans út, og tað hevur eisini latið seg gjørt, sigur Jens Kristian Hansen.
? Vit hava ein góðan og breiðan hóp. Allir spælararnir, sum hava sitið á beinkinum, kunnu koma inn á liðið uttan nakrar trupulleikar.
Enn hava spælararnir ikki fingið at vita, hvussu Allan Simonsen fer at loysa knútin, nú tveir spælarar mangla, men tað er ikki nógv sum talar fyri, at tveir nýggir mans verða settir á miðvøllin.
? Tað ber til at flyta Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson ella meg á miðvøllin, men møguleikarnir eru nógvir, og tað verður Allan Simonsen, sum fer at avgera, hvussu vit fara at spæla, sigur Jens Kristian Hansen.