Óli Holm, nýggjur landsstýrismaður í mentamálum, hevur tvær persónligar ætlanir, hann ætlar sær at fáa framdar í sínum skeiði, sum landsstýrismaður.
Fyrsta ætlanin er at stovna eitt óheft mentanarráð, sum skal umboða mentan í breiðum týdningi. Tað vil siga, at í ráðnum skulu sita fólk, ið umboða breiða spektrið í mentanini, heilt frá ítróttinum til leiklistina.
? Hetta ráðið skal so, eins og Búskaparráðið ger um búskap, geva landsstýrismanninum reglulig tilmæli um mentanarpolitikk, sigur Óli Holm.
Brynjar seg móti oljuni
Onnur ætlanin hjá Óla Holm er at fáa samantvinna oljuvinnuna og mentanarpolitikk. Tí ætlar hann sær at seta fólk at kanna og gera tilmæli um mentanarpolitikk í sambandi við oljuvinnu.
? Vit fara nú undir eina nýggja vinnu, sum so ella so fer at hava ávirkan á okkara samfelag. Tað er alneyðugt, at vit brynja okkum til eisini at taka við hesi mentanarligu avbjóðing. Verður olja funnin, so kann hetta fáa stóra ávirkan á okkara mál, mentan og livihátt ? og eisini fyri okkara bústaðarmynstur.
? Tí fari eg at seta skjøtil á, hvørji amboð og hvørji tiltøk, vit eiga at hava til reiðar til tess at brynja okkum til at taka við hesi avbjóðing, segði Óli Holm á tíðindafundi hósmorgunin, áðrenn hann seinnapartin tók við sum nýggjur landsstýrismaður í mentamálum.
Betri samskifti við skúlan
Óli Holm er júst farin úr starvinum sum varaskúlastjóri í Vági, fyri at kunna taka við starvinum sum landsstýrismaður. Tí er hann ein maður, ið hevur gott innlit í skúlaverkið.
Hesar royndir ætlar Óli Holm sær at nýta til fulnar í landsstýrissessinum. Hann ætlar sær at fáa kortlagt átroðkandi trupulleikarnar í fólkaskúlanum og at fáa betrað samskiftið við skúlaleiðslurnar um teirra trupulleikar.
Hetta er uttan iva nakað, ið skúlaleiðslurnar gleða seg til. Tí samskiftið millum Tórbjørn Jacobsen og skúlaleiðslurnar hevur ikki verið av tí besta seinastu tíðina.
? Eg havi avmarkaða tíð, tað sum eftir er av hesum valskeiðnum. Men eg fari at leggja meg eftir at fremja og avgreiða tær mongu ætlanirnar, sum eru stungnar út í kortið, at loysa átroðkandi trupulleikar og at seta nakrar nýggjar ætlanir í verk, segði Óli Holm á tíðindafundinum hósdagin.