Liam Killa er ikki longur partur av hópinum hjá AB. Tað skrivar heimasíðan hjá argjamonnum.
Tað hevur ongantíð eydnaðist miðvallaranum at vunnið sær fast pláss í byrjunaruppstillingini hjá uppflytarunum. Hann hevur havt skaða at drigist við, og tað er fyrst og fremst orsøkin til, at hann ikki heldur fram á Argjum.
Liam Killa skal í komandi mánað til royndarvenjing í Skotlandi.