Liana - rúmligur familjubilur frá Suzuki

Suzuki, ið eru kendir fyri at gera smáar og orkusparandi jeepar og persónbilar, koma nú á markanðin við nýggja familjubilinum Liana, sum longu er komin út til bilhandlararnar, hóast bilurin ikki kemur alment fram fyrr enn í august

 

Magnus Gunnarsson

 

Liana er ein rúmligur familjubilur við fimm hurðum, og góðum plássi til tey ferðandi og viðføri teirra. Viðførisrumið er 300 litrar, og 1.062 litrar við baksetrunum niðri. Undirvognurin er bygdur upp við óbundnari Mc Pherson fjaðraskipan aftan og framman, sum gevur bilinum sera góðar koyrieginleikar.

 

Digital instrumentir

 

Instrumentborðið er ikki heilt vanligt, vísaranir eru digitalir og lættir at avlesa. Tað at baksetrini eru ca. 5 sentimetrar hægri enn tey fremru, ger at tey sum sita aftan, sita høgt og hava gott útsýni frameftir. Uppeftir er nok av plássi. Liana verður gjørdur við tveimum motorstøddum, einum heilt nýggjum 1.3 litur við 90 hk, og einum 1.6 litur við 103 hk. Báðir hava teir dupultar yvirliggjandi knastakslar og 16 ventilar.

 

Útgerð

 

Bilurin er væl útgjørdur við nógvari trygdarútgerð so sum ABS bremsum, airbag báðumegin framman og í síðunum, fýra nakkapútur sum kunnu stillast, start og tjóvarísikring, el-síðurútar í øllum fýra hurðunum, el-spegl, sentrallás, varma í framsetrinum og førarasetrið kann stillast í hædd.

 

Fleir nýggir á veg

 

Umframt Liana kemur eisini Suzuki Ignis á marknaðin í Danmark í hesum døgum, hann fæst bæði við tvey og fýrahjólstrekk. Suzuki stendur fyri søluni av triðinginum av øllum fýrahjólsdrivnu bilunum í Danmark. Í heyst kemur tann størsti Suzuki nakrantíð, ein 7 persóna Grand Vitara við 2.7 litur V6 24V motori. Seinni kemur hann sum diesel.

 

 

 

Suzuki Liana 1.6

 

 

 

Motorurin: 1.6 litur 4 syl. 16V 103 hk

 

 

 

Bensinnýtsla: 14,1 km/l

 

 

 

Dekkstødd: 185/65-14

 

 

 

Stødd og vekt

 

Longd 423.0 cm

 

Breidd 169.0 cm

 

Hædd 154.5 cm

 

Eginvekt 1125 kg

 

Totalvekt 1650 kg

 

Viðførisrúm 300 litrar

 

 

 

Prísur: kr. 159.000,-

 

(Liane 1,3 kostar kr. 149.000,-)

 

 

 

Søluumboð:

 

Eyðbjørn Hansen

 

Varðagøta 75

 

FO-100 Tórshavn

 

Tlf.313375