Lewis Libby, sum var ráðgevi hjá Dick Cheney, varaforseta sleppur úndan at fara í fongsul. Lewis Libby varð dømdur fongsul í hálvt triðja ár, tí hann hevði avdúkað eina tænastukvinnu hjá fregnartænastuni CIA, men nú hevur George W. Bush, forseti, givið honum grið.
-Eg havi virðing fyri dóminum, men eg haldi, at tað er ikki neyðugt við fongsulsrevsing, sigur forsetin í grundgevingini. Libby skal kortini rinda bót.
Vanliga verður tað roknað sum landasvik at avdúka loynilig starvsfólk hjá CIA.