Liðið hjá Áka vann seg í svensku steypafinaluna

Áki D. Samuelsen spældi allan seinna hálvleik

Liðið hjá Áka D. Samuelsen, verandi svensku meistararnir, Mjällby AIF hevur vunnið seg í steypafinaluna, har høvuðsstaðarliðið, Hammarby verður mótstøðuliðið. Finaluleikdagurin er enn ikki ásettur. 

 

Mjällby vann í hálvfinaluni í dag á Strandvallen leikvøllinum í Hällevik 3-0 á GAIS.

 

Tom Pettersson legði Mjällby á odda í 31. minutti, og beint undan steðginum økti Elliot Stroud við einum brotssparki til 2-0. Seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, tá Jacob Bergström staðfesti sigurin.

 

Áki D. Samuelsen spældi allan seinna hálvleik.

 

Áki fer nú at hugsavna seg um U21 EM-undankappingardystin millum Sveis og Føroyar, ið verður leiktur í Thun komandi fríggjakvøld klokkan 19. 

 

Páskaaftan 4. apríl klokkan 14 spælir Mjällby fyrsta dystin í Allsvenskuni hetta kappingarárið. Hann verður á útivølli móti Hammarby, so talan verður um eina undansýning til steypafinaluna.