Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar hava vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar í kasakisku steypakappingini.
Fyrr í dag vann FC Kyzylzhar á útivølli 1-0 á Khan Tegri, ið spælir í næstbestu deildini. Fílabeinsstrandingurin, Etienne Beugre skoraði sigursmálið beint undan steðginum.
Komandi sunnudag klokkan 13 spælir Kyzylzhar aftur dyst í bestu kasakisku fótbóltsdeildini. Hesaferð verður talan um dyst á heimavølli móti FC Jenis.
Kyzylzhar er nummar sjey í deildini við fimm stigum fyri fýra dystir.










