Liðið hjá Ísaki kom á sigurskósina aftur

Sävehof er fjórðfremst

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof høvdu tapt tveir teir undanfarnu dystirnar, tá teir á heimavølli í Partille tóku móti Guif í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Men í kvøld bragdaði aftur hjá Sävehof. Teir vunnu greiðan 31-22 sigur á Guif. Í steðginum var Sävehof frammanfyri við fýra málum, 15-11.

 

Ísak var effektivur. Hann fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið.

 

Sävehof er fjórðfremst í deildini við 25 stigum, og nú manglar ikki nógv í, at teir hava tryggjað sær pláss í endaspælinum.

 

Í morgin klokkan 15 taka Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona móti Ystad í Brinova Arena í Karlskrona. 

 

Ystad er nummar átta í deildini við 20 stigum, og Karlskrona er nummar 10 við 17 stigum. Tapir Karlskrona dystin fer at síggja torført út at vinna eitt pláss millum átta tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl.