Fimm 1. flokkar við fleiri enn 22 næmingum í flokkinum

Eftir innskrivingina til skúlaárið 2026/27 vera tað – sambært fyribilsnæmingatølunum hjá Undirvísingarstýrinum – fimm 1. flokkar í Tórshavnar kommunu, har tað fara at vera fleiri enn 22 næmingar í flokkinum.

Savnsmynd Sankta Frans skúli í Havn

– Hetta hendir, hóast løgtingið hevur samtykt, at ovaramarkið fyri næmingatalinum í 1. flokkunum skuldi vera 22 frá skúlaársbyrjan 2025 at rokna, skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum:

 

»Tað er bara í skúlunum í Havn, at tað vera fleiri enn 22 næmingar í 1. flokkunum. Sambært fyribilstølunum verða tað fimm fyrstuflokkar í Havn við fleiri enn 22 næmingum; tveir flokkar við 23 næmingum í Eysturskúlanum, tveir við 24 næmingum í Sankta Frants skúla og ein flokkur við 23 næmingar í skúlanum á Argjahamri. Kommunan hevur sagt, at tað er eingin trupulleiki við hølum, tí kommunan vil skaffa hølini, um skúlamyndugleikin bara játtar flokkarnar, men hóast tað, so heldur landsmyndugleikin uppá, at tað skulu vera fleiri enn 22 næmingar í fyrstuflokkunum skúlaárið 2026/27.

 

Aftrat fyrstuflokkunum komandi skúlaár eru flokkarnir, sum byrjaðu í fjør við fleiri enn 22 næmingum og tí eru annar flokkur næsta skúlaár. Í Sankta Frants skúla vera tveir annarflokkar við 25 næmingum, á Argjahamri tveir við 24, á Skúlanum á Fløtum tríggir við 23 og á Skúlanum við Løgmannabreyt tveir annarflokkar við 24 næmingar í flokkinum.

 

So sjálvt um løgtingið hevur samtykt, at tað ikki skulu vera fleiri enn 22 næmingar í flokkinum, so verða tað eftir ætlan 14 fyrstu- og annarflokkar í Tórshavnar kommunu, sum hava fleiri enn 22 næmingar komandi skúlaár. Og hetta er støðan, sjálvt um kommunan hevur sagt, at hon vil skaffa hølini til flokkarnar, sum koma afturat,« skrivar formaður Lærarafelagsins, Jacob Eli S. Olsen.

 

Savnsmynd Sankta Frans skúli í Havn