Í annaðkvøld klokkan 19 byrjar danska Eurovision kappingin - Dansk Melodi Grand Prix - í Frederikshavn.
Sendingin sæst á DR.
Føroyska Sissal (Jóhanna Norðberg) skal við sanginum: "Infinity" royna at vinna kappingina annað árið á rað.
Sambært Danske Spil og Unibet eru møguleikarnir góðir fyri, at Sissal vinnur. Vinnaramøguleikarnir eru 48 prosent. Tað er satt at siga bara Ericka Jane við sanginum "Death of me", ið kann kappast við Sissal. Vinnaramøguleikarnir hjá Ericku Jane, ið sæst á myndini saman við Sissal eru 28 prosent.
Her er oddsini upp á teir átta luttakararnar í Melodi Grand Prix:
##med2##












