Liðið hjá Marionnu og Brynhild flytur niður í triðbestu deildina

Søndermarken er trý stig frammanfyri Ydun nú bert eitt umfar er eftir at leika

Liðið hjá Brynhild Pálsdóttir (myndin) og Marionnu G. Eystberg, Ydun má tungu leiðina niður í triðbestu donsku hondbóltsdeildina.

 

Fyri at halda lív í vónini um at yvirliva í næstbestu deildini hevði Ydun tørv á, at Søndermarken í heimadystinum í dag móti Fredericia tapti. Men soleiðis gekk als ikki. Søndermarken vann dystin 27-24 (13-10), og kemur upp á 15 stig á fjórðaftasta plássinum. Ydun hevur 12 stig og kann í mesta lagi røkka 14 stigum.

 

Sæð við landsliðsbrillum er tað harmiligt, at tveir av okkara spælarum mugu niður í triðbestu deildina. 

 

Ydun endar kappingarárið komandi sunnudag klokkan 13 við dysti á heimavølli móti Roskilde. 

 

Liðið hjá Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen sum hevur bjargað sætinum í deildini tapti í dag á útivølli 35-38 (16-17) fyri Rødovre.

 

Rannvá var við seks málum triðbesti málskjúttin hjá Ejstrup/Hærvejen. 

 

Ejstrup/Hærvejen er nummar átta í deildini við 17 stigum. Tær enda kappingarárið komandi sunnudag klokkan 13 við heimadysti móti Ajax, ið hevur Elsu Egholm, Lív og Vár Zachariasen á liðnum.