Liðið hjá Meinhardi tapti á útivølli

Kolding er nummar seks

Aftaná minniligu heimasigrarnar á Montenegro og Kekkia á Tórsvølli er tað gerandisdagur aftur hjá Meinhardi E. Olsen.

 

Meinhard og liðfelagarnir í Kolding spældu í kvøld dyst á útivølli móti HB Køge. Meinhard var á vøllinum í 73 minuttir.

 

HB Køge vann dystin 2-1. Teir komu framum níggju minuttir undan steðginum, og í 65. minutti fingu teir eina gávu frá verjuni hjá Kolding, og so var støðan 2-0.

 

Seint í dystinum fekk Albert Nørager pynta um úrslitið til 2-1 við einum brotssparki, men nærri kom Kolding ikki einum stigi í kvøld. 

 

Kolding er nummar seks í deildini við 18 stigum. Aalborg á fimta plássinum, og B93 á sjeynda plássinum hava eisini 18 stig. Esbjerg hevur 17 stig, og liðið hjá Martini Agnarssyni, Aarhus Fremad hevur 16 stig. So kappingin at sleppa millum seks tey ovastu liðini, ið vinna seg til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.

 

Í morgin klokkan 13 hevur liðið hjá Adrian R. Justinussen og Poul Kallsberg, Hillerød dyst á heimavølli móti Hvidovre. Sunnudagin klokkan 14 tekur Lyngby, ið hevur Dan Brimsvík sum venjara móti Martini Agnarssyni og liðfeløgunum í Aarhus Fremad.