Tann 10. mars í ár tilnevndi Aksel V. Johannesen, løgmaður, Jóhan Christiansen sum landsstýrismann í fiskivinnu- og samferðslumálum eftir Dennisholm. Longu týsdagin kann hann verða feldur sum landsstýrisamður, um Fólkaflokkurin leggur fram misálit í Løgtinginum. Mynd: Álvur Haraldsen

Jóhan Christiansen kann verða feldur sum landsstýrismaður

Verður misálitisuppskot reist móti Jóhan Christiansen, kann hann lættliga fella sum landsstýrismaður

Tann 10. mars í ár tilnevndi Aksel V. Johannesen, løgmaður, Jóhan Christiansen sum landsstýrismann í fiskivinnu- og samferðslumálum eftir Dennisholm. Longu týsdagin kann hann verða feldur sum landsstýrisamður, um Fólkaflokkurin leggur fram misálit í Løgtinginum. Mynd: Álvur Haraldsen

– Eg havi ikki gjørt av enn, hvat eg fari at gera. 

Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, tá vit spyrja hann, um hann fer at reisa misálitisuppskot móti Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum.

Jacob Vestergaard fanst harðliga at landsstýrismanninum, tá fíggjarlógin var til viðgerðar, tí hann ikki hevði boðað um ikki annað løgmanni frá um ógvusligu tilmælini frá ICES um skerjingar fiskiskapinum eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti fyri 2026.

Jacob Vestergaard segði, at landsstýrismaðurin visti um skerjingarnar ein mánað áðrenn almenna tilmæli kom 30. september. Og tí helt hann, at lagt kundi verið upp fyri hesum í fíggjarlógaruppskotinum.

Jacob Vestergaard sigur við in.fo, at hann veit ikki, um hann fer at taka stig til eitt misálitisuppskot, men hann fer at tosa við onnur um, hvat best er at gera í málinum.

Landsstýrismaðurin hevur váttað í svari til grein 52a fyrispurning frá Jacob Vestergaard, at hann visti um skerjingarnar 19. september.

Tað óhepna hjá landsstýrismanninum í hesum føri er, at eitt møguligt misálitisuppskot lættliga kann blíva samtykt. 

Tjóðveldi hevur lagt støðið soleiðis, at samgongufólk ikki nýtast at skula halda hondina undir einum samgongufelag – sjálvtt um talan er um eitt lítið mál, sum kanska er ov lítið til eitt veruligt misálit.

Tað var greitt, at tvey tingfólk úr Tjóðveldi, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard feldu Ingilín D. Strøm sum landsstýriskvinnu.

Tá so Dennis Holm stóð fyri skotum at skulu fella við einum misálitisuppskotið eftir at Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin hevði kært hann fyri landsstýrismálanevndini, so varð bundið um heilan fingur, og hann legði frá sær, áðrenn tað kom so langt.

Eitt misáltisuppskot frá andstøðuni er mangan fyri at stinga samgonguni skør. Tað kemur ikki við at eitt landsstýrisfólk má frá, tí tað órógvar arbeiðið hjá samgonguni – og júst tað verður mett sum ein sigur hjá andstøðuni.

Tí er tað meira hugsandi, at tað eftir vanligum reglum hevði verið, at eitt misálitisuppskot verður reist í móti Jóhan Christiansen.

Og tað hevur Tjóðveldi ikki ráð til. Tí verður tað reist, so verður tað rættiliga sannlíkt samtykt, um ikki landsstýrismaðurin leggur frá sær áðrenn.

So er spurningurin, um tey í Fólkaflokkinum halda tað hava nóg stóran týdning, at fáa ein landsstýrismann frá nú.

Næsti tingfundur verður týsdagin klokkan 11.