Kjartan Højgaard er óðalsbóndi har øll jørðin er ogn

Hann hevur altíð verið sera arbeiðssamur sum unglingi og maður. Hetta sást longu á ungum árum, har hann sum 16 ára gamal bæði starvaðist sum húskallur hjá bónda, landaði skip, og so egndi hann eisini hjá útróðrarbátunum

 

Kjartan Højgaard í Saltnesi, sum er føddur hin 6. februar í 1979, er óðalsbóndi, sum merkir, at hann bara hevur ognarjørð og onga landsjørð, áður rópt kongsjørð.

- Eg eri ikki bóndi, men óðalsmaður, sigur hann brosandi, tá vit spyrja hann. Hyggja vit í Sprotan, er ein óðalsbóndi tað øvuta av einum kongsbónda, tí hjá óðalsbóndanum er alt er ogn og ikki leiga.

Tá alt er flett, sum Kjartan eigur í haganum, og heimaseyðurin er íroknaður, hanga millum 115 og 120 krov í hjallinum, og tá eru teir umleið 20 veðrarnir, sum hann plagar at hava, íroknaðir.

Tí kunnu vit róliga siga, at 46 ára gamli, Kjartan, er óðalsbóndi. 

Áhugi hevur altíð verið fyri landbúnaði, serliga seyði, men longu sum ungur hjálpti hann eisini til í fjósinum hjá Mortani Højgaard, sum hevði nøkur mjólkineyt á Toftum.

Kjartan hevur altíð verið sera arbeiðssamur sum unglingi og maður. Hetta sást longu á ungum árum, har hann sum 16 ára gamal bæði starvaðist sum húskallur hjá Mortani, landaði skip, sum løgdu fisk upp á Toftum, og so egndi hann eisini hjá útróðrarbátunum. 

Sum blaðungur fekk hann skaða í lastini á einum skipi, sum teir landaðu á Toftum. 

- Hetta var hin 17. september fyri 29 árum síðan. Hálað var í nakrar kassar, sum stóðu í lastini á skipinum. Nakrir kassar koppaðu í høvdið á mær, og eg breyt kjálkabeinið og fekk aðrar løstir. Jú, hetta var rímiliga álvarsligt, men eg tímdi ikki at grenja um nakað, og eg havi tað gott.

Kjartan sigur, at árini eftir løstirnar royndi hann bara at síggja burtur frá tí, sum var hent, og lívið helt fram, sum um einki var. 

Áðrenn vit fara til seyðin, kunnu vit leggja aftrat, at Kjartan fór ungur at læra til elektrikara hjá Leif Mohr, og hann hevur nú starvast hjá Leif Mohr í 28 ár.

- Konan, Andrea á Regni Højgaard, er lærari í Tofta skúla, og saman eiga vit fýra børn – eina dóttir, sum er 23 og tvær aðrar yngri døtur, sum eru ávikavist 16 og 6, og so er tað sonurin, Hilmar, sum er 22.

 

Hevur góða hjálp

Heystið er skurðtíðin, og tá er rættiliga nógv at takast við. Gingið verður á fjall, og lomb, veðrar og onkrar ær skulu flettast, og alt slíkt er nógv meira, enn ein einsamallur maður kann røkka. 

Fyrireikingin til flettingina og teir dagar, tú velur at fara á fjall og taka lombini, hava alstóran týdning, og tað er altavgerandi, at seyðurin er reinur og nossligur, tá hann verður flettur.

- Nei, einsamallur hevði tað slett ikki borið til. Eg havi góð fólk at hjálpa mær, og hetta eru alt roynd og dugnalig fólk, bæði á fjalli og í flettingarrúminum, sum er garasjan við húsini hjá okkum her í Saltnesi.

Kjartan vísir á, at her hevur hann riggað seg væl til, umframt at hann eisini hevur bygt eitt lítið svavingarrúm uppí garasjuna. Tað er her í svavingarrúminum, at lombini – eini 5-6 í tali í senn – verða avlívað og sleppa at hanga, áðrenn tey koma inn á flettingarborðini.

- Tað er eingin loyna, at sonurin Hilmar, sum annars lesur á Fróðskaparsetrinum, er mín høgra hond í øllum, og hann skipar eisini fyri tí mesta. Pól á Sondum, svágur, er óførur at hjálpa til, og síðan havi eg tveir ungar menn, sum eru javngamlir við sonin hjá okkum. Tað eru Aleksandur og Sonni, báðir maskinsmiðir, sum hava hjálpt okkum væl, síðan teir vóru umleið 15 ára gamlir.

Kjartan sigur, at umframt at vera bæði skjótir og góðir flettarar, hava Aleksandur og Sonni verið góðir í ráðum – eisini, tá ræður um at gera arbeiðsgongdina við flettingini lættari, og sum maskinsmiðir duga báðir at fáast við jarn og sveisa.

- Eg skal ikki gloyma Alberg, sum er útbúgvin slaktari og hevur drúgvar royndir við fletting, bæði á Krás í Hósvík og heima við hús, og hann hevur eisini verið mær góður í ráðum.

Hann sigur, at børnini annars eru røsk at hjálpa til eftir førimuni, og tá stórir fjall-og flettingardagar eru, er tað konan, sum syrgir fyri matinum.

- Tað er altavgerandi, at øll, sum hjálpa til, fáa gott at eta, og her er konan ófør. Sum oftast er døgurðin kjøt hjá okkum sjálvum – ella kanska onkur grýturættur, leggur hann aftrat.

 

50 lomb í eitt kvøld

Hetta kvøldið, vit vóru inni á gólvinum í vælriggaða flettingarrúminum hjá Kjartani í Saltnesi og tóku nakrar myndir, vóru teir nýliga byrjaðir at fletta, og tað var skjótt, at var alt í sving.

- Hetta eru alt roynd fólk, og øll kenna síni pláss og sínar uppgávur – antin tað er at avlíva, svava, fletta ella taka sær av tí, sum kemur innan úr seyðinum.

Kjartan sigur, at tá alt gongur væl eitt slíkt kvøld – gjarna eftir, at teir eisini hava verið á fjalli um dagin – hanga eini 50 krov uppi, áðrenn kvøldið er liðugt. 

Hetta kvøldið, vit vitjaðu, lógu teir um einar 13 seyðir um tíman.

- Tað veldst eitt sindur um, hvør seyðurin er. Er alt lomb, gongur tað skjótt, men eru veðrar uppi í, tekur flettingin eitt sindur longri tíð. Eg vil siga, at vanliga fletta vit millum 10 og 15 seyðir um tíman.  

Arbeitt verður alla tíðina við at betra um arbeiðsgongdina í samband við fletting – sjálvsagt undir givnum umstøðum og hølisviðurskiftum.

- Vit royna altíð at flyta okkum rætta vegin, og tí fingu vit okkum svavingarrúm og hava ymiskar aðrar tankar eisini. Eg vænti, at vit næsta heyst fara at fletta einar 60 seyðir eitt slíkt kvøld sum í kvøld. 

Kjartan leggur aftrat, at í garasjuni er ikki serliga gott pláss til taljur.

Umframt at fletta sín egna seyð, flettir Kjartan Højgaard eisini fyri onnur.

- Jú, vit fletta eisini eitt sindur fyri onnur, kanska eini 100 í tali tilsamans. Onkur eigur ein seyð, og onkur eigur kanska tveir veðrar – ella tíggju lomb, men vit hava eisini flett fyri onkran í heyst, sum hevði 35 seyðir at fletta, sigur hann.

 

Heilt frá barni av

Kjartan Højgaard sigur, at longu sum trý ára gamal smádrongur fekk hann áhuga fyri seyði.

- Abbin, Hans Karl úr Saltnesi og omman Anna úr Fuglafirði, høvdu altíð heimaseyð. Sama var við ommuni Hildigarð og Kjartani abbi úr Rituvík. Abban í Rituvík, sum eg eri uppkallaður eftir, minnist eg sjálvsagt ikki, tí hann doyði longu í 1976, sum eg eri føddur í 1979.

Hann vísir á, at langabbin í Fuglafirði, Meinhard Jacobsen, róptur Meinhard á Gulldrangi, átti nakað av jørð. Sjálvur minnist Kjartan langabban, sum doyði í 1997, tá Kjartan var 18 ára gamal.

- Eg gekk á fjall í Fuglafirði frá tí, at eg var umleið 10 ára gamal í 1989, og tá langabbin doyði, arvaði omman mín Anna her í Saltnesi nakað av jørð.

Hann vísir á, at jørðin hjá langabbanum í Fuglafirði varð deild í trý, tó at omma hansara og systkin hennara vóru fimm tilsamans.

- Trý av systkjunum ynsktu sær jørð; tey fingu einar tíggju ær í part, og hini systkini fingu so helst okkurt annað, sigur hann brosandi.

Kjartan sigur, at tað var í 2005, at hann keypti jørðina, sum omma hansara átti í Fuglafirði.

- Men, hetta var ikki fyrsta jørðin, eg keypti, tí eg keypti mína fyrstu gyllin í Elduvík longu í 1995. Hetta var eisini jørð, sum omman mín átti frá langabbanum í Fuglafirði, og her átti eg mínar fyrstu tríggjar seyðir.

Tíggju ár seinni - sum nevnt í 2005 – keypti hann so restina av jørðini, sum omman úr Fuglafirði átti.

- Men, tá hevði eg so eisini fingið mær nakað av heimaseyði her í Saltnesi og á Toftum – onkra ær og nakrar veðrar, sum eg slapp at hava gangandi ymsastaðni á bønum her í Nes kommunu, sigur hann brosandi.

Sum 14-15 ára gamal spurdi Kjartan ymisk fólk í kommununi, ið áttu jørð, sum lá óbrúkt, og har hann møtti vælvild, slapp hann at hegna nøkur stykkir inni, og her hevði hann so nakrar heimaseyðir.

 

Eigur mest í Rustini

Eftir at hava keypt sína fyrstu gyllin í jørð í 1995, eiga Kjartan Højgaard og familjan í dag stívliga 41 gyllin.

- Tað mesta liggur í ymiskum hagapørtum í Fuglafirði, serliga í Rusthaga á Hellunum, sum liggur í Fuglafjarðar kommunu.

Í Rustini eru nógvir eigarar, og her eru bæði Kjartan og sonurin, Hilmar, eisini røktingarmenn.

- Sum árini eru gingin, havi eg serliga keypt jørð her í haganum, soleiðis at vit í dag eiga ein lítlan helming av Rusthaganum, sum vit rópa hann.

Men, Kjartan eigur eisini ogn í øðrum hagapørtum um hesar leiðir. 

- Vit, sum eru eigarar, plaga eisini at bíta um, soleiðis at ein størri partur av seyðinum er savnaður í einum haga. 

Hann heldur, at Rustin er ein fløkjasligur hagi, tí her eru so nógvir eigarar, og eg spyrji á hvørjum ári onkran av eigarunum um at sleppa at keypa, sigur hann.  

Kjartan Højgaard dylur ikki fyri, at hann í fleiri ár hevur havt stóran áhuga fyri tvílembum, og hann heldur, at hann í miðal hevur einar 20 tvílembur um árið – tær flestu í haganum.

Hetta fara vit at venda aftur til.

Óðalsbóndin heldur annars, at Rustin er ein sera kargur hagi, sum hann tekur til, men hetta er hinvegin ein stórur hagi til tann seyð, sum gongur her nú, tí eigararnir hava gjørt av so líðandi at minka um áseyðatalið í haganum.

- Hagin vendir soleiðis, at her er lítil sólargangur, men í staðin er nógv vídd fyri hvønn seyðin. Meginparturin av haganum vendur norðureftir, og fitin í seyðinum í Rustini er tiltikin góð og eftir okkara tykki sera vælsmakkandi.

Kjartan sigur, at hann er givin at turka gimburlomb, sum viga meira enn 35 pund, tí hann heldur, at hetta kjøtið er ov feitt til turkingar. Gimburlomb, sum fara upp um hesa vektina, verða limað sundur og brúkt sum feskt lambskjøt. 

- Jú, eg vil siga, at Rustin liggur óhøgliga sum hagi, og her er langt niðan at fara. Gingið verður á fjall av Hellunum, og rættin er við lendingina í bygdini. Hetta er ein rætt, sum vit seta upp hvørja ferð, vit reka, men ætlanin er at gera eina nýggja rætt, sum helst fer at liggja eitt sindur ovari í lendinum, sigur hann.

 

Áhugi fyri tvílembum

Síðan hann var blaðungur og fór at fáast við seyð, hevur Kjartan Højgaard altíð havt stóran áhuga fyri tvílembum, og soleiðis hevur eisini verið hesi árini, hann hevur verið partur av Rustini.

- Jú, hetta er nakað, eg havi diggast við alt mítt lív – hvussu eg kann fáa tvey lomb heldur enn eitt undan ærnum. 

Hann ásannar, at fyritreytin fyri, at ein ær í haganum kemur við tveimum góðum lombum er, at áseyðatalið ikki er ov stórt til hagan – ella, at víddin í haganum ikki er ov lítil til áseyðatalið.

- Tá hesar umstøður eru í lagi, og seyðurin annars hevur tað gott, er tað mín áskoðan, at tað hevði verið stuttligari at fingið 1,25 lamb undan hvørjari ær heldur enn 0,9 – bara fyri at taka eitt dømi.

Kjartan ásannar, at tað, sum hann hevur fingist við, ikki á nakran hátt er nøkur gransking, men bara egnar royndir gjøgnum fleiri ár.

- Hinvegin er ikki vist, at tað, sum riggar í Fuglafirði ella á Hellunum, riggar eins væl í Lamba ella Sumba, sum hann tekur til. 

Hann vísir á, at við minni áseyðatali í haganum hevur seyðurin nógv meira at eta um veturin, og hetta er sjálvsagt ein fyritreyt fyri, at ærnar kunnu koma við góðum lombum um várið.

- Lombini ganga bara í haganum í hálvan fimta mánaða, áðrenn tey verða flett, men ærnar eru her alt árið. Tí haldi eg, at her eru góðir møguleikar við tvílembum, um seyðurin annars verður væl røktur og hevur nóg mikið at eta.

Kjartan ivast ikki í, at tað genetiska eisini hevur sín týdning, tá ræður um ær, sum koma við tveimum lombum heldur enn einum.

- Her norðuri í haganum hjá okkum riggar tað væl við tvílembum, men eg veit um hagar, har tað ikki riggar, tí ærnar klára seg ikki við tveimum lombum. Eg sleppi tíggju gimbrum um árið, og av hesum eru 5-7 tvílembulomb.

Hann vísir á, at tað sjálvsagt er munur á at fáa tvey lomb á eini 18-20 pund hvørt og so at fáa tvey lomb á 25-28 pund hvørt.

- Tað er eisini munur á at fáa eitt gimburlamb á 33 pund – og so at fáa tvey gimburlomb á eini 27 pund, leggur hann aftrat.

Brundarnir fara út í fyrsta lagi hin 10. desember, og so byrja ærnar at lemba í fyrstu viku í mai, og Kjartan heldur, at hetta er ikki ein dag ov seint, sum hann tekur til.

- Seyðurin í haganum verður ikki fóðraður; hann klárar seg sjálvur, men tá komið er út á várið, verða einar 20 ær, sum liggja her niðarlaga í haganum, fóðraðar annan hvønn dag ella so, men bara í apríl og mai.

 

Salta seyðaskinn

Í fleiri ár hevur Kjartan eisini saltað seyðaskinn, og hetta virksemi hevur hann saman við Arnfinni Johannessen. Kjartan koyrir kring landið, har landafast er, eftir skinnum, sum eitt felag í Bø, ið er góðkendur útflytari av seyðaskinnum, keypir.

- Eg koyri fyri tað mesta sjálvur eftir skinnum, og eg havi fólk at hjálpa mær við saltingini, harav sonurin Hilmar, er óføra kvikur og raskur, men eg salti eisini nógv sjálvur. 

At enda tekur óðalsbóndin í Saltnesi soleiðis til:

- Jú, eg tími alt hetta ordiliga væl, men kanska skalt tú vera eitt sindur løgin fyri at tíma hetta. Einsamallur klárar tú ikki alt, men eg havi góð fólk at hjálpa mær – og uttan hesi hevði hetta slett ikki borið til, tá tú eisini hevur heiltíðarstarv sum elektrikari at røkja, sigur Kjartan Højgaard, sum vit hava skift orð við.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##