Skattatrýstið í Føroyum veksur

Skattatrýstið í Føroyum var 41,9 prosent í 2024. Tað er 1,3 prosent-stig størri enn í 2023.

Orsøkin til vaksandi skattatrýstið er, at vøksturin í skattainntøkunum hevur verið størri enn samlaði búskaparvøksturin í árinum, skrivar Hagstovan.

 

Almennu inntøkurnar frá skattum og sosialum gjøldum vóru 11,7 milliardir krónur í 2024. Tað er ein vøkstur á knappar 700 milliónir krónur, ella 6,4 prosent í mun til 2023. Skattatrýstið verður roknað sum skattir og avgjøld tilsamans í prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum var einans 2,9 prosent og tískil vaks skattatrýstið.

 

Persónligi inntøkuskatturin sum húsarhaldini gjalda, er størsta inntøkukeldan hjá almenna geiranum. Inntøkurnar frá persónliga inntøkuskattinum vóru góðar 4,7 milliardir í 2024, og hava tær verið støðugt vaksandi síðan 2012. Á øðrum plássi eru inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi (MVG) á vørur og tænastur, sum var 2,5 milliardir krónur í 2024. Tað er ein vøkstur á 9,9 prosent í mun til 2023. Hesar stóru inntøkukeldurnar vaksa lutfalsliga støðugt frá ári til ár, ímeðan aðrar skattainntøkur eru, sum sveiggja nógv. Serliga síggjast stór sveiggj í inntøkunum frá vinnufelagsskatti, kapitalvinningsskatti og tøkugjaldi.

 

Inntøkuskattir, sum fevnir um eitt nú lønarskatt, vinnufelagsskatt og kapitalvinningsskatt, telja 56 prosent av skattainntøkunum. Avgjøld á vørur og tænastur telja 30,7 prosent, kravd sosial tryggingargjøld telja 11,8 prosent og ognarskattir, sum eru arvagjøld og vegskattur, telja 1,4 prosent.

 

Skattatrýstið hækkaði munandi í 2020, tá koronufarsóttin brast á. Skattatrýstið var tá 43,7 prosent. Síðani er tað minkað á hvørjum ári inntil í 2024, tá tað aftur vaks. Eitt skattatrýst á 41,9 prosent er tó lutfalsliga lágt, hyggja vit aftur í tíð. Í 1999 var skattatrýstið 46 prosent. Tað minkaði stigvíst niður á eitt lægri støði árini eftir fíggjarkreppuna.

 

Sammett við hini Norðurlondini, liggja Føroyar á øðrum plássi, tá tað kemur til skattatrýst. Í Danmark er skattatrýstið 45,4 prosent sum er 3,5 prosent-stig hægri enn í Føroyum – harfrá eru heili 11,3 prosent-stig niður til Ísland, sum hevur lægsta skattatrýstið. 

 

Ymiskir hættir eru at rokna skattatrýst. Tillagaða skattatrýstið vísir, hvussu stórur partur av tøku bruttotjóðarinntøkuni, sum er eitt mát fyri inntøkurnar hjá øllum borgarum og búføstum eindum tilsamans, fer til almenna nýtslu. Tá eru peningaligar veitingar til borgararnar og stuðul til feløg og vinnu ikki tald sum almenn nýtsla, tí hetta eru skattakrónur sum almenni geirin lutar út aftur til hinar innlendsku geirarnar. Tillagaða skattatrýstið vísir sostatt, hvussu stóran part av tøka peninginum í samfelagnum, almenni geirin brúkar. Tillagaða skattatrýstið var 34 prosent í 2024.

 

 

Ymisk mát fyri skattatrýst

 

Tað er ymiskt, hvussu skattatrýstið verður gjørt upp í ymiskum londum, og tí skulu samanberingar av skattatrýstinum millum lond gerast við fyrivarni. 

 

Skattatrýst tilsamans

 

Tann mest vanligi uppgerðarhátturin, ið verður nýttur í altjóða samanberingum er, at allir skattir og øll avgjøld verða roknað í mun til bruttotjóðarúrtøku í marknaðarprísum, og tað verður gjørt soleiðis: 

 

Skattatrýst = skattur í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni

 

Rættað skattatrýst

 

Bruttotjóðarúrtøkan er øll framleiðslan í samfelagnum frádrigið nýtsluna í framleiðsluni. Bruttotjóðarúrtøkan vísir sostatt ikki, hvussu stór inntøkan í samfelagnum er. Ein partur av tjóðarinntøkuni eru lønarflytingar og ognarinntøka úr útlondum, og somuleiðis eru lønarflytingar og ognarinntøka í útlond ikki partur av inntøkuni. Tá lagt verður upp fyri hesum inntøkuflytingum, umframt rakstrarflytingum úr útlondum (eitt nú ríkisveiting úr Danmark) og rakstrarflytingum í útlond (menningarhjálp), fæst tøka bruttotjóðarinntøkan í marknaðarprísum.  

Um allir skattir og øll avgjøld verða roknað í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna, sæst hvussu stóran part av tøku bruttotjóðarinntøkuni almenni tænastugeirin fær í skattum og avgjøldum. Hetta verður nevnt rættað skattatrýst og verður roknað á henda hátt:

 

Rættað skattatrýst = skattur í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni

 

Tillagað skattatrýst

 

Ein partur av skattainntøkunum til tað almenna fer aftur til borgararnar sum inntøkuflytingar til húsarhaldini og stuðul til vinnulívið. Inntøkuflytingar eru ikki partur av bruttotjóðarúrtøkuni, tí talan er bert um umskipan av inntøkum og nýtslumøguleikum. Tøka almenna bruttoinntøkan vísir, hvussu nógv borgararnir gjalda av almennu nýtsluni og samansparingini (undantikið allar peningaligar almennar veitingar). Tillagaða skattatrýstið vísir sostatt, hvussu stóran part av tøku bruttotjóðarinntøkuni í samfelagnum almenni tænastugeirin hevur at ráða yvir til fyrisiting og tænastur. Tað verður roknað soleðis:

 

Tillagað skattatrýst = tøk almenn bruttoinntøka í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni

 

Faktorskattatrýst

 

Vøru- og framleiðsluskattir telja bæði í skattatrýstinum samanlagt og sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni í marknaðarprísum. Verður ein stórur partur av skattunum goldin umvegis inntøkuskattir og ein minni partur umvegis vøru- og framleiðsluskattir, økist vanliga skattatrýstið, alt annað líka, hóast skattir tilsamans eru óbroyttir. Hædd verður tikin fyri hesum, um vøru- og framleiðsluskattir (netto) ikki verða tiknir við, og sokallaðir faktorprísir verða nýttir ístaðin fyri markanaðarprísir. Bruttotjóðarinntøkan uppgjørd í faktorprísum verður nevnd bruttofaktorinntøkan. Faktorskattatrýstið verður roknað soleiðis:

 

Faktorskattatrýst = skattur í prosentum av bruttofaktorinntøkuni