Broytingar í barsilsskipanini fyri tingið næsta ár

Landsstýriskvinnan arbeiðir við uppskoti um eina smidligari barsilsskipan

Tað er Jóhannus Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýriskvinnuni, Margit Stórá, ein grein 52a fyrispurning um málið. Hann spyr soleiðis:

1. Nær ætlar landsstýriskvinnan at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um eina smidligari barsilsskipan?

2. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvussu hetta ætlandi skal skipast, og í hvønn mun hetta fer at geva foreldrum frælsi at verða longur heima hjá børnunum?

Margit Stórá sigur í svarinum, at lógaruppskotið um at gera broytingar í barsilslógini væntandi verður lagt fyri Løgtingið í februar komandi ár.

Hon sigur víðari, at ætlanin er at finna eina hóskandi loysn til smidligari barsilsskipan saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

– Enn er avgerð ikki tikin um, júst á hvønn hátt Barsilsskipanin best kann gerast smidligari, sigur hon.

Hon sigur, at tær loysnirnar, sum higartil hava verið umrøddar í politisku skipanini, eru m.a.

• at barsilsfarloyvið við útgjaldi kann “toyggjast”, soleiðis at barsilsfarloyvið t.d. kann vera 58 vikur við 90 % útgjaldi, ella 65 vikur við 80 % útgjaldi, ella 74 vikur við 70 % útgjaldi.

• at barsilsfarloyvið kann flættast, soleiðis at t.d. 39 vikur eru við 100 % útgjaldi, og 26 vikur eru við 50 % útgjaldi.

• nakrar vikur kunnu goymast í eitt ávíst áramál.

• foreldur kunnu taka allar vikurnar samstundis.

• ongar vikur av barsilsfarloyvinum/ -peninginum eru markaðar til ávíst foreldur.

• “klippikortskipan” til barsilspengar, sum kann nýtast eftir tørvi innan eitt ávíst áramál.

– Hetta skal ikki síggjast sum annað enn hugskot, tí at ein loysn má finnast, sum hóskar bæði arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum. Serliga skal havast í huga, at arbeiðsgevararnir skulu hava møguleika at leggja arbeiðið til rættis, hóast rætturin til barsilsfarloyvið verður strektur yvir eitt longri tíðarskeið enn nú, sigur hon.

– Tí kann tað hugsast, at rætturin til at vera longri í barsilsfarloyvi enn nú, verður treytaður av avtalu millum arbeiðstakaran og arbeiðsgevaran í einstaka førinum, sigur hon.

– Alt hetta eru viðurskifti, sum skulu umrøðast við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at finnast kann fram til eina so haldgóða skipan sum gjørligt til gagns fyri einstøku familjuna, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, at enda í svarinum til Jóhannus Joensen.