Orð og myndir:
Dagfinn Olsen
Sum 14 ára gamal byrjaði hann at smíða saman við pápa sínum. Hann hevur saman við bróðuri sínum starvast sum húsasmiður, til bróðurin fall frá.
Tekniska skúlan tók hann í Danmark, tí hetta var ikki gjørligt í Føroyum tá. Í 1936 var hann í Grønlandi og bygdi sjómansheim har. Undir seinna veraldarbardaga bygdi hann saman við pápanum skúlan í Vági og smíðað hevur hann, til hann 80 ára gamal legði hamaran frá sær.
- Tíðirnar vóru ringar undir krígnum og arbeiði var einki. Eg koyrdi olju og var millum teir fyrstu, sum hevði bil, sum hevði last, sum kundi vippa, greiðir Torkil frá.
Í dag er Torkil Strøm í Vági 86 ára gamal og ristist ikki á hondum. Í áravís hevur hann fingist við málningalist.
Hjálpti
- Tað var ikki so vanligt fyrr, at fólk fekst við málningalist. Í dag er hetta komið inn í skúlarnar, sigur Torkil.
Tað byrjaði við, at Torkil keypti máliútgerð til sonin Hans Paula.
- Tað gekk kanska ikki so væl hjá honum í byrjanini, so eg royndi at hjálpa honum við at fáa luftina, sum hon skuldi vera. Á henda hátt byrjaði eg sjálvur at mála, greiðir Torkil skemtandi frá.
Torkil hevur ikki verið á skúlabeinki fyri at læra seg málningalistina, men hann hevur altíð havt áhugan. Í Vági vóru systkini Ruth og William Smith, ið vóru ófør við penslinum. Mammusystir Ruth var gift íslendingi, ið málaði. Hann nevndist Magnussen.
Eisini keypti Torkil málningar frá arkitektinum Hovgaard. Hann teknaði Vágs kirkju og stóð fyri stoypiarbeiðinum. Pápi Torkil Strøm smíðaði og synirnir vóru við, eins og aðrir vágbingar eisini.
Eisini var dugnaligi málarin Sigmund Petersen trímenningur Torkils, so kanska liggur tað í blóðnum, heldur Torkil.
86 ára gamli Torkil hevur í dag góðar stundir til sítt ítriv. Hann hevur latið nógvar málningar millum ár og dag, og er annars ikki dýrur.
- Ein má halda seg til tað, ið fólk forvinnur. Tær stóru inntøkurnar eru ikki her í útjaðaranum, men í Havn, so ein má tillaga seg eftir tí, metir Torkil.
Hann hevur vanliga framsýning á jólum og á jóansøku.
Náttúran
Tað er serstakliga náttúran, ið hugtekur. Náttúran í Suðuroynni, men eisini aðrastaðir. T.d. eru málningar úr Vágunum. Og tað er ikki úr ongum, at Torkil hevur funnið myndevni uttanfyri Suðuroynna.
Torkil og konan hava ferðast nógv. Tey vóru við til at seta á stovn Kirkjukórið Ljóm í 1939. Tey vóru 25 fólk í byrjanini og Esther Dahl stjórnaði. Kórið ferðaðist nógv. Bæði norðanfjørðs og uttanlands. Eini 40 fólk vóru í ferðalagnum, tá, kórið vitjaði í Noreg, og í Danmark, har tey sungu í Radiohúsinum.
- Men Suðuroynna kennir Torkil sum sín egna brókalumma. Hann hevur eisini fingið sær bil, so hann líkasum kann rógva aftur á. Hann teknar og ger skitsur.
Myndevnini eru tó mest úr Suðuroynni og mangur málningur Torkils lýsir stórfingnu náttúruna vesturi á Eiðinum í Vági, har klettarnir hitta Vesturhavið.
Tó kann kennast trupult at vera listamaður í oynni.
- Keðiligt er tað, at í Suðuroynni er eingin handil, ið hevur útgerð til ein listamann. Hetta sakni eg, sigur Torkil.
Minnist langt
Sum barn og unglingi leikti Torkil fótbólt og annað, sum óvitar flestir. Hann minnist langt og nevnir t.d. ein kavbát, sum undir fyrra krígnum mátti leita til lands og legði inn í Lopra, tí hann hevði fingið okkurt um skrúvuna. Hann kundi bert vera inni eitt samdøgur og fólk gingu til Lopra fyri at skoða kavbátin.
Torkil eigur í dag 5 børn, 3 døtur og 2 synir, abbabørn og 13 langabbabørn.
Lættari og lættari og dýrari og dýrari
Um nýggju tíðina veit hann ikki hvat hann skal halda.
- Tey nevndu hetta atomøldina. Teldutíðin er yvir okkum og eg veit ikki hvat eg skal halda. Ein kann uttan trupulleikar sita í Føroyum og prata við ein mann á gøtuni í Kina. Menniskjað er komið langt. Kanska ov langt. Alt gerst lættari og lættari og dýrari og dýrari, heldur Torkil Strøm.
Stúttur á hondunum er hann og eygunum bilar einki. Í løtuni leggur hann síðstu hond á jólaframsýningina, so um gávuhugskot tróta, so er kanska ikki av leið at leita innar til Torkil Strøm til eitt prátt og eina náttúruuppliving.