Light Behind the Darkness í Smiðjuni

Ingrid Møller er vorðin ein kend listarkvinna í Føroyum.

Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum fríggjadagin 20. mars verður ein heilt serlig framsýning hjá donsku listakvinnuni, Ingrid Møller, í Smiðjuni í Lítluvík.

 

Ingrid arbeiðir við ljósinum í tí, at sólin fer niður - ella kemur upp. Talan er um bæði dramatiskar og dragandi kontrastir millum ljós og myrkur.

 

Hon er vorðin ein kend listarkvinna í Føroyum og hevur seinastu tjúgu árini havt fleiri framsýningar í Føroyum við sínum akryl- og vatnlitsmálningum.

 

Framsýningin hjá Ingrid Møller verður í døgunum 19.- 23. mars og opið verður allar dagar frá klokkan 12 til 18.