Likist javnleiki undir oddinum

Eina lítla løtu órógvaðu hoyvíkingarnir, men tá VÍF setti á, fall allur ivin burtur

Hondbóltur

Vestmenningar tóku mikukvøldið ímóti H71, og treytirnar hjá VÍF vóru sum so greiðar longu undan dystinum. Her skuldi vinnast, og tað kravið megnaðu teir so eisini at uppfylla.
Eina lítla løtu tíðliga í dystinum høvdu hovyíkingarnir tó hug at arga, og fram til fyrsta korterið ella so var millum lítil og eingin munur á liðunum. Vestmenningar fingu tó rætta takið á dystinum sum fráleið, og so gekk tað hampuliga skjótt fyri seg at avgera tað heila. Fyri steðgin vunnu teir seg fýra mál framum, og tá teir alt fyri eitt øktu um leiðsluna eftir steðgin, so var ikki stórt hjá gestunum at gera. Heldur ikki hóast teir seint í dystinum fingu pyntað nakað um úrslitið.

Tættur silvurdystur
Við sigrinum kom VÍF eitt fet nærri teimum liðunum, sum stríðast um at sleppa at kapprenna við Kyndil. Sum støðan er nú, so er tað bert eitt stig, sum skilur StÍF, Neistin og VÍF eftir eina hálvering av stigunum, men tað kann tó gerast enn tættari enn so.
Vinna VÍF og Neistin sínar dystir komandi vikuskifti, so verður alt púrasta javnt, tá endaspælið byrjar, og fyri spenningin í kappingini vildi tann støðan í øllum førum verið ynskilig. Í øllum førum, um talan er um spenningin um silvur- og bronsumerkini.
Hoyvíkingar munnu hinvegin gleða seg til, at teir skjótt fáa nakrar vikur vetrarfrí. Heldur ikki í ár hevur úrtøkan hjá liðnum verið nøkur serlig, og tó at glottar hava verið at hóma, so hevur tað verið ov langt ímillum hesar. Men talan er í stóran mun um ungt fólk, og kunnu hesir búnast sum leikarar, so skal talan kanska ikki vera um so øgiliga nógvan styrk, áðrenn liðið av álvara kann fara at arga hini. Men tað er so ein spurningur, sum enn liggur nakað frammi í tíðini.

Dysturin í tølum
VÍF-H71 30-24 (16-12)
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 8(1), Daniel Rápa 8, John Zachariasen 4, Ingi Olsen 4, Piti Negru 3, Petur Frank Joensen 1, Jákup S. Andreasen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 10, Heini Bendtsen 4(4), Johnny Durhuus 2, Magnus Dahl Olesen 2, Tróndur Vatnhamar 2, Esbern Patursson 1, Olaf Vestergaard 1, Jákup á Borg 1
Brotskøst: H71 5
Útvísingar: VÍF 4, H71 2
Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen & Trygvi Mortensen