Liljan spyr um umstrídd tænastuboð í Bakkafrost-máli

Løgtingskvinnan Liljan Weihe hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, skrivligan fyrispurning um tænastuboðini, sum vórðu givin til Búnaðarstovuna í málinum um ætlaðu smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík.

Fyrispurningurin byggir á upplýsingar, sum Frihedsbrevet.fo hevði 10. juni í greinini "Stríðið um vatnið til Bakkafrost: Landsstýrismaðurin gav tænastuboð og tók tey aftur".

 

Sambært fyrispurninginum gav landsstýrismaðurin fríggjadagin 29. mai klokkan 13.31 aðalstjóranum boð um at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum. Boðini skuldu vera framd áðrenn klokkan 15 sama dag – tað vil siga innan hálvan annan tíma.

 

Liljan Weihe vísir á, at advokaturin hjá festaranum í málinum sambært Frihedsbrevet hevði skrivað beinleiðis til landsstýrismannin um málið umleið hálvan tíma frammanundan.

 

Hon spyr tí landsstýrismannin:

 

  • um hann metir, at tænastuboðini vóru lóglig og saklig,
  • hvørjar sakligar grundgevingar vóru fyri teimum,
  • um freistin upp á hálvan annan tíma var rímilig,
  • og hvar málið liggur í dag.

 

Í viðmerkingunum verður eisini víst á, at Búnaðarstovan ikki fylgdi tænastuboðunum, men í staðin kannaði lógligheitina. Sambært stjóranum á Búnaðarstovuni ivaðist stovnurin stórliga í, um tænastuboðini vóru lóglig.

 

Nakrar dagar seinni – 2. juni – sendi aðalstjórin sambært fyrispurninginum kontraboð til Búnaðarstovuna og bað hana síggja burtur frá teimum fyrru boðunum. Orsøkin var, at Vinnumálaráðið eftir nærri viðgerð metti, at heimild ikki var at geva slík boð.