Fyri uttan at vísa á at sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini og S&K eru eksklusivir, og hetta merkir, at arbeiðsgevarar, ið hava fólk hjá hesum feløgum í starvi, hava skyldu til at vera limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, hevur eisini verið víst á fyrimunirnar við at verða limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er eitt meginfelag fyri alla arbeiðsgevarasíðuna, og umsitur tey stóru sáttmálaøkini, m. a. við S&K og arbeiðarafeløgini.
Umframt hettar tekur felagið sær av nógvum ymiskum uppgávum so sum: Politiska ávirkan: Vinnurnar vegna verður arbeitt við at ávirka allar tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting, umsiting, stovnar og kommunur seta í verk, soleiðis at hesar tæna og ikki darva vinnuna.
Felags sáttmálar fyri vinnuna: Vegna vinnuna ger Arbeiðsgevarafelagið sáttmálar við løntakarafeløgini, ið tryggja støðug viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og tálma lønarvøkstur í mesta mun.
Ráðgeving og tænasta: Felagið veitir limum sínum holla ráðgeving og tænastu á ymiskum økjum: Starvsfólkaviðurskiftir og leiðsla, sáttmálar, lógir og reglugerðir á vinnuøkinum.
Kunning: Arbeiðsgevarafelagið veitir kunning um privatu vinnuna, vinnulig viðurskiftir og tann týdning vinnan hevur fyri samfelagið, bæði úteftir og gjøgnum føroyskar miðlar.
Fundir og orðaskiftið fyri leiðslunar innan vinnuna: Vinnuhúsið er miðdepil fyri vinnuligum orðaskifti og viðger av felags málum innan ymisku vinnugreinirnar.
Higartil eru 25 nýggjir limir skrásettir í ár, og tað fegnast felagið sjálvandi um.