Limirnir stuðlaðu ikki nevndina

20% av limunum í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag feldu uppskotið til sáttmála

Á midnátt gjáranáttina lýsti Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag verkfall. Limirnir í hesum felag hava sáttmála við Tórshavnar Kommunu, og eru teir 253 í tali.

Tórshavnar Býráð og Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag høvdu drúgvar samráðingar í síðstu viku, sum endaðu við at partarnir skrivaðu undir sáttmála sunnunáttina. Men á seinasta aðalfundi hjá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag verið skoytt upp í sáttmálan, at hann skuldi leggjast fyri aðalfund, áðrenn hann endaliga skuldi samtykkjast.

So var gjørt, og úrslitið varð, at nevndin ikki fekk stuðul limanna. Av teimum 96 limunum, sum møttu á fundi, atkøvddu 38 fyri sáttmálanum, 6 atkvøddu blankt, meðan 52 atkvøddu ímóti at seta í gildi sáttmálan.

Semingsmenninir vóru um midnáttarleiti spurdir, um teir vóru sinnaðir at royna semju, men aftan á at hava tosað við báðar partar, hildu teir, at lítið útlit var fyri semju og tískil var sáttmálaloysi og verkfall.