Í oktober mánaði sendir DR Kirken úr Sct. Peders Kirke í Slagelse, har Katja Liebst-Olsen hendan mánaðin er prestur.
Tær fýra gudstænasturnar, sum hon hevur hendan mánaðin eru ein ferð út í tað, sum bindur okkum saman hóast ymiskleika, skrivar Danmarks Radio í sjónvarpsskránni.
Tí tí verða musikalsku karmarnir hvørja ferð kreftir, sum umboða ein minnitluta annaðhvørt í Danmark ella í Fólkakirkjuni.
Í morgin er hesin minniluti Føroyar. Tað er X-Factor-vinnarin, Linda Andrews saman við átta vælsyngjandi vinkonum úr Føroyum í vøkrum tjóðarbúnum, skrivar DR.
Meinigheitin er úr Slagels og grannabýnum Havrebjerg, og Gulli Odsbøl er organistur.
TRÝST HER fyri at síggja og hoyra Lindu syngja í DR Kirken
Tónleikaleiga skráin er hendan:
Introitus:
Harra Gud, títt dýra navn og æra
Herre Gud! Dit dyre navn og ære (DDS 7)
Uberørt af byens travlhed (DDS 331)
Nåden er din dagligdag (DDS 522)
Vær du mig nær! Nu aftnen sænker sig (DDS 541)
Gud Herren så til jorden ned (DDS 493)
Interludium:
Gakk tú tryggur
Tekst: Hans A. Djurhuus
Melodi: Jógvan á Lakjuni
Jesus han er syndres ven (DDS 511)
Exitus:
Tíðin rennur
Tekst: Fr. Petersen
Melodi: Jógvan Waagstein. Arr.: Pauli í Sandagerdi
Tey, ið vilja síggja og hoyra Lindu Andrews í DR Kirken kunnu hyggja á DR1 í morgin, sunnudagin klokkan 13 føroyska tíð klokkan 14 danska tíð.