Linda ungdómsvenjari og Sigurð styrkisvenjari hjá Kyndli

Kyndil brynjar seg til komandi kappingarár

Mynd: Kyndil

Kyndil skrivar á facebookvanga sínum:

 

- Linda heldur fram og Sigurð verður styrkivenjari 

 

Vit kunnu við gleði kunngerða, at Linda heldur fram sum høvuðsungdómsvenjari 

Saman við Simon fer hon at tryggja, at okkara ungu fáa eitt so gott tilboð sum gjørligt, har trivnaður og samanhald er grundarsteinurin fyri menningini. Linda kennir øll børnini í felagnum, og hevur hon eginleikan at vera fevnandi. Hetta meta vit verða umráðandi fyri at øll skulu føla seg sum ein part av felagsskapinum.

Við Lindu og Simon við róðrið hjá ungdóminum aftur í ár, tryggja vit góðsku.

 

Sigurð Simonsen er settur sum styrkivenjari hjá monnunum og ungdóminum niður til U14 

Við Sigurð sum styrkivenjara,  tryggja vit okkum, at okkara ungu eru væl fyri og klár at koma upp á bestu liðini.

Vælkomin í grønu familjuna Sigurð  Skrivar Kyndil.

 

Mynd: Kyndil