Linda: Vildi ynskt Robbie Williams ávaraði meg

-Eg vildi ynskt, at Robbie Williams ávaraði meg, eins og hann gjørdi við Sarah, og bað meg læra at siga nei beinan vegin, sigur Linda Andrews, sum í dag hevur lært, at hon tá hevði størri vald, enn hon helt. -Lær at siga nei beinan vegin. Tú hevur nógv størri vald enn tú heldur.

 

Hesi vóru ráðini frá Robbie Williams til ársins vinnara av X-Factor.

 

Hesi orðini hevur Linda Andrews eisini ásannað í dag.

 

-Eg vildi ynskt, at onkur segði mær tá, at eg kundi gott siga nei, sigur Linda Andrews við Sosialin í dag.

 

Linda Andrews var stóra stjørnan í X Factor kappingini hjá Danmarks Radio fyri tveimum árum síðani. Hon var nógv tann besti sangarin, og hon vann eisini kappingina. Men tíðina eftir X-Factor var hørð fyri Lindu.

 

Hon fekk nógvar kritikk frá ummælarum, eftir at fløga hennara kom á marknaðin. Linda Anderws sigur við Sosialin í dag, at SONY Dk ikki hevði stórvegis áhuga í hennara fløgu, og at hon var slept uppá fjall eftir sendingina.

 

-Altso, eingin loftar tær eftir sendingina. Tín persónur verður blástur upp, meðan sendingin koyrir, men síðani verður man sleptur uppá fjall. Móðurfelagið hjá SONY hevur eina heimsumfatandi avtalu, har teir noyðast at útgeva fløguna hjá vinnaranum av X-Factor. Og tað minnir mest av øllum um

avtalað hjúnaband, tí partarnir hava ikki valt hvønn annan, og tað var greitt, at SONY DK ikki brendi fyri mínum tónleiki, sigur Linda millum annað í eini størri samrøðu við Sosialin í dag.