Línuflotin verður seigpíndur

- Hetta er at seigpína línuflotan.

 

 

Soleiðis sigur formaðurin í Felagnum Línuskip, Hálvdan Gudmundsen, nú fiskidagarnir hjá línuskipunum verða skerdir.

 

 

Felagið Línuskip hevur nú sent løgtingunum eitt mótmælisskriv í sambandi við triðju viðgerð av Fiskidøgunum fyri komandi ár. Felagið Línuskip mótmælir, at fiskidagarnir hjá Línuskipunum verða skerdir. Viðgerðin fer fram seinnapartin í dag.

 

 

Formaðurin vísir á, at fiskidagarnir eiga ikki at verða skerdir, tí tað snýr seg um eina náttúrliga gongd við fiskastovnunum og ikki yvirfisking.

 

 

- Vit meta ikki, at hetta hevur nakað við at gera, tað er yvirfisking av stovninum. Vit mótmæla, at hetta er farið skeivt fram, tí tað er náttúran, ið spælir inn, og sum ger, at eingin fiskur er á grunnunum. Tað hevur einki við yvirfisking at gera, sigur Hálvdan Gudmundsen.

 

 

Línuskipini hava fingið toskakvotu á Flemish Kap, men sambært Hálvdani Gudmundsen eigur tað ikki at merkja, at línuskipini skulu missa fiskidagar undir Føroyum.

 

 

- Flemish Kap hevur verið eitt gott íkast hjá bátunum, sum hava verið har. Men tað er av neyð, at teir fara har. Um fiskur var á grunninum her, vóru teir neyvan farnir á Flemish Kap, greiðir Hálvdan Gudmundsen frá.

 

 

Hoyr alla samrøðuna við formannin í Felagnum Línuskip við at trýsta á pílin uppi yvir myndini.