Lionel Messi í øðini

Tað er nærmast kreppa í FC Barcelona, eftir at Real Marid í gjár vann spanska meistaraheitið

Real Madrid vann í gjár sítt 34. meistaraheitið við 2-1 sigri á Villarreal, meðan FC Barcelona tapti 2-1 á heimavølli móti Osasuna, sum enntá fekk ein spælara útvístan í seinna hálvleiki. Eftir dystin var Lionel Messi í øðini. 

- Tað var ikki soleiðis at kappingarárið skuldi enda, men hetta vísur hvussu okkara kappingarár hevur verið. Alt kappingarárið hava vit verið ein veikt lið, sum tapur upp á intensitet, motivatión, lið skora lættliga móti okkum og vit hava mist fleiri stig, har vit ikki skuldi havt mist tey, segði Lionel Messi eftir dystin.

- Hesin dysturin lýsur væl okkara kappingarár. Móti Roma og Liverpool í Champions league – okkara viðhaldsfólk eru við at missa tolið við okkum, tí vit geva teimum einki aftur. Um vit vilja spæla við um Champions League, so skal nógv broytast. Spæla við soleiðis, so tapa vit móti Napoli, sigur Lionel Messi, um seinnu 1/8 finaluna í Champions League móti Napoli.

Tey munnu verða fá, sum vænta at venjarin, Quique Setién, yvirlivur til komandi kappingarár. So skal FC Barcelona helst vinna Champions League.