Lionel Richie og Rasmus Seebach í X-Factor.

Miðlanir í Danmark hava dúgliga gitt um, at Rasmus Seebach og Lionel Richie fara at framføra í X-Factor hjá DR. Nú váttar DR, at hesi tíðindi eru sonn.

 

Tá ið fimta live-showið byrjar í DR býnum verður tað við Lionel Richie og Rasmus Seebach. Sostatt noyðast luttakararnir ikki at stúra fyri, at kvøldið verður keðiligt, tí við hesari duettini fáa vit møguleikan at hoyra eitt gamalt hitt í einari nýggjari útgávu, tá ið Richie og Seebach syngja “Say you, say me”.

 

Jan Lagermand Lundme, undirhaldsstjóri hjá DR sigur, at hetta er ein sannur fongur fyri X-Factor.

 

- Vit eru ótrúliga errin av, at størsta stjørnan í Danmark og ein amerikonsk stjørna seinastu 30 árini nú sláa seg saman á X-Factor pallinum. Tað er ótrúliga stórt, sigur hann við bt.dk.

 

Sama kvøld skulu sangararnir fyri aðru ferð í hesum umfarinum syngja danskar sangir.