Arbeitt hevur verið í eina tíð við at umvæla eini eldri hús í Hovi til endamálið. Komandi summar verða tey eftir ætlan liðugt umvæld, skrivar heimasíðan hjá Suðrrás.
Arbeiðið hjá felagsskapinum er skipað soleiðis, at teir 30 limirnir eru býttir sundur í bólkar, soleiðis at hvør teirra sjálvboðin er til verka fjórðu hvørja viku.
Ætlanin er at húsið fyrst og fremst skal brúkast sum felagshús, haðani alt virksemið skal skipast.
Pláss fer at verða fyri umleið 40 fólkum.