- Hvørki Lionel Messi ella Christiano Ronaldo hava uppiborið at vunnið ?Ballon d´Or. Hetta segði ein sera bersøgin italskur landsliðsvenjari, Marcello Lippi við SkySport Italia.
Marcello Lippi heldur, at Christiano Ronaldo fór við tí gylta bóltinum, tí ítróttarskrivarar kring Evropa, og ikki fótbóltsvenjarnir kring Evropa gera av hvør fær ?Ballon d´Or?.
Lippi heldur, at ein italskur spælari burdi vunnið ?Ballon d´Or. - Eg meti, at allir spælarnir í italska landsliðshópinum høvdu verið verdugir vinnarar.
Spurdur um Juventus spælarin, Allesandro Del Piero - sum hevur víst stórspæl í 2008 - burdi vunnið, svarar Lippi: - Del Piero! Honum nýtist ikki at vinna ?Ballon d´Or?. Hann hevur jú vunnið heimsmeistarheitið í fótbólti.
Speiska viðmerkingin hjá Marcello Lippi undirstrikar, hvat hann heldur hevur størst virði at vinna í fótbólti.