Týska Lisa Kaisinger og føroyska Asta Højgaard hava innspælt nýggjan sang, sum eisini er gjørdur sum video.
Lisa og Asta hittust í sambandi við skúlagongd í Týsklandi fyri nøkrum árum síðani, og tær hava bæði innspælt sangir og havt framførslur saman. Tær hava eitt nú útgivið sangirnar Home og Flykra.
Nýggi sangurin kallast Ocean In Your Eyes. Lisa skrivaði sangin til dóttir Astu, sum hon í fyrsta umfari bert hevði sæð myndir av.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj video av nýggja sanginum Lisu & Astu.