Valskrá
Lisbeth L. Petersen legði fyri innbodnum tíðindafólki og valevnum hjá Sambandsflokkinum fram, hvussu og hvat Sambandsflokkurin kundi hugsað sær at gjørt í tí føroyska partinum av heiminum komandi fýra árini.
Hon segði, at hon hevði verið við í politikki í nógv ár, og hetta valið var tað mest aktiva hon minnist.
?Vit hava fingið innbjóðingar ótrúliga nógvastaðni frá. Eg havi onga vita um so nógvar veljarafundir, og fólk venda sær í stórum tali til okkara. Hetta vísir, at tað er ein øgiligur áhugi fyri valinum, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum.
Lisbeth L. Petersen ivaðist heldur ikki í týdninginum, ið hetta valið fer at hava.
?Hetta valið er tað mest avgerandi í føroyskari søgu í longri tíð. Hetta verður eitt lagnuval millum loysing og samband, sigur Lisbeth L. Petersen
Rigga væl við Javnaðarflokkinum
Spurningurin, um hvør fer at gera samgongu, er ein spurningur, ein valla sleppur undan til tílík høvi. Nú hava tríggir av teimum fýra størru flokkunum í Føroyum lagt fram teirra valskrá. Hvør flokkur hevur sína áskoðan, hvussu ríkisrættarligu viðurskiftini skulu skipast í framtíðini.
Lisbeth L. Petersen undirstrikaði á tíðindafundinum, at valið hesaferð fer at snúgva seg um ríkisrættarligu viðurskiftini.
Um samgongumøguleikarnar segði hon, at Sambandsflokkurin ikki vil slaka í ríkisrættarliga spurninginum.
?Vit mugu síggja í eyguni, at tað er lítið sannlíkt, at vit og Tjóðveldisflokkurin fara í samgongu saman. Vit vita ikki rættiliga við Fólkaflokkinum og teimum smærru flokkunum. Skal tað snúgva seg um tey ríkisrættarligu viðurskiftini, so virkar Javnaðarflokkurin sum besta alternativi, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hóast teir ikki eru ein borgarligur flokkur, so hava vit fyrr arbeitt sera væl saman, og hetta kunnu vit gott fyristilla okkum fer at halda fram.
?Vit fara kortini ikki, sum sitandi samgongu, at nýta fýra ár upp á ríkisrættarliga spurningin burturav. Vit vilja taka okkum av samfelagnum, ljóðar tað frá forkvinnu Sambandsfloksins.
Gjalda skuldina
Sambandsflokkurin hevur ongar ætlanir um at fara niður til Danmarkar at biðja um øktan blokkstuðul.
?Vit ætla okkum ikki til Danmarkar at biðja um meiri blokkstuðul. Vit vilja heldur hyggja frameftir, og vit mugu loysi teir trupulleikar, ið hetta hevur givið okkum, sigur Lisbeth L. Petersen.
Magni Laksáfoss segði á fundinum, at sitandi samgonga hevði latið eina stóra rokning sita eftir til komandi landsstýrið, og hetta skal fáast í rættlag, samstundis sum týdningurin av at finna eina langsigtaða loysn ikki skal undirmetast.
Sambandsflokkurin ætlar ikki í landsbankan ella aðrastaðni eftir pengum fyri at fáa skil á fíggjarligu viðurskiftunum í landinum.