Varmakelda er í Fuglafirði í vikuskiftinum, og á skránni eru eisini listaframsýningar. Framsýningin, sum er í fimleikarhøll skúlans, letur upp í dag klokkan 16.
Listaframsýningin í skúlanum verður opin í dag, leygardagin og sunnudagin - allar dagarnar frá klokkan 16-20.
Tað verður Kristina Joensen, listakvinna, sum fer at seta framsýningina í fimleikarhøll skúlans í dag.
Úr Fuglafirði verður sagt, at summarframsýningin, sum er í Ribarhúsi, er opin somu tíðir, sum listaframsýningin í skúlanum.