Heidi Petersen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin
??????????????????????????????????????????
Til viðgerðar í dag er løgtingsmál nr. 38/2003. Uppskot til løgtingslóg um at byggja lista- og ítróttarskúla við Meginskúlan í Sandoynni.
Við lógini fær landsstýrismaðurin heimild at byggja skúla, ítróttarhøll og næmingaheim við Meginskúlan í Sandoynni. Lógin gevur landsstýrismanninum heimild í mesta lagi at nýta 39 mió. kr. til byggingina.
Endamálið við lógini er at staðfesta undirtøku tingsins fyri at fremja hesa ætlan, sum umfatar skúla, ítróttarhøll og næmingaheim, sum hevur rúm fyri 40 næmingum.
Um gongdina í málinum er vert at føra fram, at í løgtingslóg nr. 62 frá 9. juni 1988, sum seinni er broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 3. apríl 2001, er ásett bygging av einum skeiðsháskúli á Sandoy. Í 2002 setti landsstýrismaðurin í mentamálum arbeiðsbólk at gera álit um skipan og innihald fyri ein listaskúla í Sandoy.
Niðurstøðan hjá arbeiðs-bólkinum var, at fimm ymiskar listabreytir vera at velja ímillum á skúlanum, nevniliga myndlist, tónlist, tóvirki og margmiðlalist. Her skal so ein breyt gerast afturat, og verður tað ítróttarbreyt, og haldi eg hetta vera skilagott fyri at víðka um næmingagrundarlagið hjá skúlanum.
Ætlanin er, at skúlin skal skipast á háskúlastøði, tað er sostatt ein skúli, sum ikki endar við próvtøku og gevur soleiðis møguleika fyri eini meira eksperimenterandi undirvísing og einum breiðari næmingagrundarlagi enn annars. Sum tað framgongur av viðmerkingunum til lógaruppskotið, er ætlanin eisini at byggja næmingaheim og læraraíbúðir, og má hetta metast sum ein fyritreyt fyri, at skúlin skal kunna fáast at virka eftir ætlan.
Ítróttarhøll í Sandoynni.
Umframt hetta er tað hent, at Mentamálaráðið hevur givið tilsøgn um stuðul til bygging av ítróttarhøll í Sandoynni, og á fundi í november 2003 millum Annitu á Fríðriksmørk, fyrrverandi mentamálaráðharra, og kommunurnar í Sandoynni, var semja um, at kommunurnar eru sinnaðar at fara inn í eina felags verkætlan millum Føroya lista- og ítróttarskúla um bygging og rakstur av einari ítróttarhøll við tilknýti til skúlan. Sum framgongur av hesum er áhugin sera stórur fyri at víðka um skúlan til eisini at umfata ítróttarbreyt, og kann ein slík verkætlan verða við at menna alla oynna og grundarlagið fyri livilíkindunum har yvirhøvur.
Lista- og ítróttarskúlin í Sandoynni fer at geva eitt fjølbroytt og virðismikið undirvísingartilboð til serliga tey ungu í øllum Føroyum innan list, ítrótt og mentan yvirhøvur, men kann hann eisini virka sum skeiðsdepil við tilboðum til aðrar bólkar í samfelagnum, eitt nú vaksnin menningartarnað og ymiskar áhugafelagsskapir í Føroyum, sum dømi kundu vit nevnt Barnabata, Javna, ítróttarfeløg, Føroya Kommunufelag, Fótbóltssambandið, Hondbóltsambandið bert fyri at nevna nøkur. Her er bert hugflogið og ágrýtni hjá teimum, sum stíla fyri, sum setir mørk.
Sum ein náttúrligur partur av einum slíkum skúla eigur samstarv at fáast í lag við Meginskúlan og ítróttarfelagið í Sandoynni, B 71 og harafturat við alla oynna um mentanarlig, ítróttarlig og listarlig tiltøk fyri borgararnar, soleiðis at lívsdygdin í oynni verður ment.
Til at tryggja at øll áhugamál og krøv til ein slíkan skúla verða røkt, eigur ein faklig nevnd at setast við umboðum úr Ítróttarsambandi Føroya, Listafólkasambandi Føroya og Mentamálaráðnum. Umboð fyri kommunurnar í Sandoynni eiga eisini at vera umboðaðar í eini slíkari nevnd.
Innihaldið í einum tílíkum skúla er væl lýstur í áliti um listaskúla í Sandoy, og eigur landsstýrismaðurin bert at víðka hetta við eini lýsing av innihaldinum á eini ítróttarbreyt afturat. Eisini eigur landsstýrismaðurin beinanvegin at seta eina skjóttarbeiðandi bygginevnd at lýsa hølistørvin á øllum økjum bæði til skúla, ítróttarhøll, næmingabústaðir, lærarabústaðir, sum eisini umfata allar funktiónir, sum hoyra til ein tíðarhóskandi skúla t.d. umsiting, matstovu, bókasavn, leikpalli o.a.
Menningarætlan og fíggjarkarmar.
Seta vit lista- og ítróttarskúlan í Sandoynni í eitt breiðari høpi, so er hann ein liður í eini størri menningarætlan Tjóðveldisfloksins av framhaldsskúlum um alt landið. Av Miðnámsskúlum hava vit studentaskúla og handilsskúla í Eysturoy, í Klaksvík hava vit H.F. skeið og Tekniska skúla, og Tjóðveldisflokkurin hevur borið uppskot niðan í tingið um útbygging av hesum skúla. Í Suðuroy er stór verkætlan sett í verk viðvíkjandi byggingini av Miðnámsskúlanum í Vági. Tjóðveldisflokkurin hevur eisini sett bygging av fiskivinnuskúla í Vestmanna á dagsskrá, og verður hetta mál viðgjørt í tinginum fyrsta dagin. Tá ið so uppskotið um skúladepil á Marknagilinum í Havn, sum eisini er ávegis frá Tjóðveldisflokkinum, verður lagt fyri tingið, hava vit bert eitt øki í landinum, ið ikki hevur miðnámsskúla ella háskúla, og tað eru Vágarnar. Tjóðveldisflokkurin fyrireikar í løtuni uppskot um at byggja ein Miðnámsskúla í Vágunum, sum hevur ferðavinnu sum høvuðsmál.
Hyggja vit at fíggjarligu karmunum hjá landinum í løtuni, so er ongin ivi hjá Tjóðveldisflokkinum um, at íløgur eiga at verða raðfestar sera høgt. Tá ið virksemið í landinum hevur hug at dala, eiga landsmyndugleikarnir at gera munandi íløgur, fyri at tey náttúrugivnu sveiggini ikki gerast ov ógvuslig fyri samfelagið alt. Eisini verður skúlabyggingin sett á skránna nú íløgurnar í samferðslu hava verið sera stórar seinastu árini, og vit vita øll, at tær 111 mió. kr., sum Smyril kostar í íløgu í ár, ikki vera á fíggjarlógini fyri komandi ár. So okkara meting er avgjørt at halda fram við almennu íløgunum, og at tað nú eru skúlarnir kring landið, sum eiga tørn.
Orsøkirnar, til at vit halda útbyggingar av slíkum miðnámsskúlum og háskúlum kring alt landið, hava so stóran týdning, eru sjálvandi fleiri. Høvuðsor-søkin er, at ein slíkur skúli í roynd og veru kann gerast ein mentanardepil fyri bygdina, alla oynna, ja, alt økið, sum tað er. Skúlin kann gerast tann kveikjari, sum er neyðugur fyri at menna økið og tann íbirtari, sum letur dyrnar upp fyri fólkum í økinum. Hann kann gerast ein tíðandi partur av økismenningini, og tann magnetur, sum dregur yrkisfólk til økið. Alt hetta er við at menna og stimbra bygdina/oynna/ økið og lyfta tilverumøguleikarnar runt um í landinum munandi.
Økismenning.
Venda vit so aftur til lista- og ítróttarskúlan í Sandoy, er ongin ivi hjá mær um, at hann fer at hava stóran týdning fyri oynna, fyri ungdómin, har býr og allar sandoyingar. Hesin skúli kann eisini vera við at draga fólk, bæði aðrastaðni úr landinum, men eisini úr útlandinum, til sín. Her hugsi eg serliga um børn ella ungfólk hjá føroyskum útisetum. Ein slíkur háskúli kundi verið eitt gott tilboð til føroyskar ungdómar uttanlands, sum hava hug at koma til Føroya at læra seg meira um mál og mentan okkara, og kanska harvið koma nærri sínum uppruna. Eisini verður hetta eitt tilboð hjá útlendingum at uppliva Føroyar á ein øðrvísi hátt.
Ein annar táttur, sum kundi verið áhugaverdur at tikið upp í sambandi við bygging av lista- og ítróttarskúla í Sandoy, var eitt samstarv við Føroya Fólka-háskúla. Ynskiligt hevði verið at fingið í lag samstarv við henda stovn, og fingið nyttu at teimum royndum, vitan og førleika hesin gjøgnum heila øld hevur bygt upp á háskúlaøkinum. Hetta hevði kunnað ment skúlan og kanska givið tað ískoytið av sál, ein slíkur skúli eigur at hava, so eg skjóti upp, at Føroya Fólkaháskúli eisini verður umboðaður í nevndini fyri lista- og ítróttarskúlan í Sandoynni.
Tað er ongin ivi um, at ein slíkur skúli hevði havt ein tíðandi mennandi leik-lut í lokalsamfelagnum, tá ið hugsað verður um arbeiðsmøguleikar á einum slíkum skúla. Hugsið bert um, hvussu nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur skulu røkjast, undirvísarar av ymsum slag, bæði lærarar og listafólk, skrivstovufólk, fólk at umsita bygningar, taka sær av matgerð og reingerð fyri at nevna nøkur. Hetta gevur rúmd fyri, at útbúgvið fólk kann búsetast í oynni, og at íbúgvararnir úr nærumhvørvinum fáa víðkað um arbeiðsmøguleikarnar.
Eisini er spurningurin um lestrarstuðul verdur at hava í huga í sambandi við eina slíka verkætlan. Tjóðveldisflokkurin mælir til, at lestrarstuðul verður veittur, og at núverandi lestrarstuðulsskipan verður broytt til eisini at umfata háskúlaskipanir, sum ikki í løtuni eru umfataðar av stuðlinum, tí tær ikki eru førleikagevandi, altso ikki hava próvtøku við á fráfaringarskjalinum.
Uppgávan hjá skúlanum at vera kveikjari á øðrum økjum enn júst lista- og ítróttabreytunum á skúlan-um, eru mangar. Fyri at tríva í nakrar skal eg nevna eitt nú at skipast kann fyri styttri ella longri skeiðum fyri ymiskum málbólkum. T.d. ítróttarvenjarum, ítróttarlærararum, lærarum í handverki og list, kommunum og ymsum øðrum áhugabólkum t.d. Meginfelag teirra brekaðu ella undirbólki hjá teimum. Og sum við so nógvum øðrum, tað er bert hugflog og vilji, sum seta mørk.
Lærugreinirnar.
Fara vit inn á umrøðu av einstøku lærugreinunum á einum slíkum skúla, so er ætlanin at skipa skúlan við nøkrum valbreytum, har næmingatalið verður ímillum 8 og 12 næmingar á hvørji breyt. Breytirnar eru:
?Myndlist
?Tónlist
?Leiklist
?Tóvirki
?Margmiðlalist
?Ítróttur
So um vit viðgera allar undir einum, so er greitt, at hóskandi er at hava samstarv ímillum lærugreinirnar har felagsøki eru, t.d. listasøga, sniðgeving, litlæra o.s.fr.
Her verða tað sjálvandi yrkislærarar, sum hava undirvísingina um hendi.
Koma vit so til einstøku listagreinina, so er umráðandi, at vit fáa bestu listafólk at taka sær av ávísum pørtum av undirvísingin. Her hugsi eg serliga um, tá ið farast skal undir størri verkætlanir við samstarvi millum fleiri listagreinir. Upplagt er, at skúlaárið endar við eini framførslu, t.d. einum sangleiki, har allar listagreinirnar samstarva um hetta ávísa verkevnið. Ein avbjóðing verður eisini at finna fram til, hvussu ítróttur passar inn í eina tílíka verkætlan, men eisini her er bert hugflog og vilji, sum eru fyritreyt fyri, at tað eydnast.
Ein fastur táttur hjá einum lista- og ítróttarskúla eigur at vera at vitja framsýningar og framførslur, sum eru kring landið. Og her er nóg mikið at fara til, vit hoyra hvønn dag um tiltøk av ymiskum slagi, sjónleikir, tónleikur, málningaframsýningar o.s.fr., men tað týdningarmesta av øllum er eisini at hava sum krav, at ein námferð verður gjørd á hvørjum ári. Hetta eigur at vera ein ferð, har vitjað verður í onkrum størri býi, sum hevur eitt breitt úrval av listagreinum á altjóðastøði. Hesin táttur er sera umráðandi at taka upp, fyri at vísa næmingum á menningarmøguleikar uttanlands og fyri at geva føroyskum listarfólki íblástur uttanífrá, og soleiðis vera við at føra okkum inn í ein alheimslistarligan heim. Mítt fyrsta boð upp á ein slíkan mentunarbý er næsti stórbýur okkara London, men eru sjálvandi fleiri aðrir mentanarbýir, sum eru verdir at vitja bæði í og uttan fyri Evropa.
Niðurstøða.
So fyri at taka saman um verður skúlin skipaður við seks ymsum breytum, myndlist, tónlist, leiklist, tóvirki, margmiðlalist, ítrótti við hollari, ástøðiligari og praktiskari undirvísing, har høvuðsdenturin verður lagdur á tað skapandi og eksperimenterandi arbeiðið.
Skúlin skal taka støði í føroyskari mentan og list, sum verður sett í víðari perspektiv innan altjóða list, har ein háttur at røkka tí málinum er námsferð til útheimin.
Tær ymsu listabreytirnar samstarva um felagslærugreinir so sum listasøgu og føroyska mentan, lit og formlæra o.s.fr.
Og at enda verður alt ført upp í eina hægri eind við einari felags verkætlan fyri allan skúlan, har møguleiki eisini er at bjóða nærsamfelagnum við til gleði og gagn fyri alt økið. Við vón um góða viðgerð av uppskotinum.