Listaframsýningin hjá Lions Club Eysturoy 18 ár á baki í Runavíkar skúla

.

Báðar páskadagarnar verður árliga listaframsýningin hjá Lions Club Eysturoy opin í Runavíkar Skúla, báðar dagarnar frá kl. 15.00 til kl. 20.00, og hevur hetta tiltak staðið við síðan 1980, og er sostatt blivin ein fastur partur av hátíðarhaldinum á staðnum.

Framsýningin verður sett fyrra páskadag av Poul Jákup Thomsen, leiðara av Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum. Undir setanini fer Eystankórið at syngja, og seta tey altíð ein serligan dám á, har tey eru við.

Hesi 18 árini framsýningin hevur verið, er ein hópur av listaverkum framsýnd. Luttøkan hevur ligið millum 30 og 50 listafólk, við 2?300 góðum og fjølbroyttum listaverkum.

Framsýningin hevur rúm-að málningum, tekningum, akvarellum og klippum og hevur gjøgnum árini verið sera fjølbroytt. Saman við royndum og drivnum listafólkum hava ung og óroynd her havt møguleikar at royna síni listarligu evnir og sýna tey alment fram. Í ár sýnist áhugin til at luttaka í framsýningini at vera størri enn nakran tíð.

Sum nakað nýtt í ár verður eisini ein framsýning í sambandi við »Heilaárið«, ið við myndum og teksti lýsir, hvussu heilin virkar, og hvat skaðiligt árin misnýtsla av rúsandi evnum, ymiskar sjúkur og skaðar hava á heilan og okkara andsevni.

Ágóðin í ár fer til tiltakið »Heilaárið«.