- Hetta var veruliga eitt stórt upplivilsi. Ein góður, og serstakliga væl spældur leikur, um eitt evni, sum neyvan kundi verið meir aktuelt, helt Annika Sølvará, sum eisini helt tað vera hugtakandi at síggja, hvussu snildisliga og professionelt nýggja tøknin í húsinum varð brúkt hetta kvøldið.
Puslispæl
- Eg havi ikki so nógv skil fyri tøkni, men í mínum eygum var leikurin ómetaliga væl koordineraður, soleiðis at ljóð, ljós, livandi leikur og filmsbrot arbeiddu saman, so tað í løtum upplivdist sum eitt stórt multimedieshow. Uppsetingin hevur uttan iva verið eitt fløkt puslispæl, men leygarkvødið sá tað avgjørt út sum, at brikkarnir lógu, sum teir skuldu, sigur Annika
Annika nevnir sum dømi eitt leikbrot, har aftari pallurin lá í myrkri bara upplýstur av skjótt skiftandi kastljósum, har leikarnir skuldi rakað júst rætta staðið á pallinum, soleiðis at bara andlitið varð upplýst av ljósinum. Slíkt krevur ikki so lítið av timingini hjá bæði ljósfólkunum og leikarnum, væl stuðlaði av ljóðinum, sum eisini spældi við í skjótu rútmuni.
Sum heild heldur Annika fyrstu uppsetingini á Tjóðpallinum vera serstakliga professionella, og at hon uppá allar mátar prógvaði, at fólkini aftanfyri vita júst, hvussu bæði tøkniligu og leikarakreftirnar í húsinum kunnu brúkast best.
- Eg eri rættiliga sannførd um, at okkum ikka manglar listarliga tilfeingið sum kann tryggja framtíðina hjá Tjóðpallinum. Tað eiga vit longu, og tey vilja heldur enn fegin sleppa til verka. So er bara at vóna, at vit eisini megna at skapa teimum røttu karmarnar, so ætlaninar kunnu gerast veruleiki, og at vit sum áskoðarar taka væl ímóti teimum, sigur Annika Sølvará.