Listavirðisløn Miðla­húsins latin á tjóðardegnum

Nýggj lista­virðis­løn latin

á Ólavsøku

Ólavsøkudag eftir at tingið er sett verður hátíðarhald á Nólsoyar Pálstorginum í Vágs­botni, har umboð fyri Miðlahúsið fer at lata “Listavirðisløn Miðlahúsins” til skap­andi og útinnandi før­oysk listafólk. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjari Ólavsøku.

List hevur stóran týdning fyri eina og hvørja tjóð. Listafólk skapa stór mentanarlig virði og eru á mangan hátt frammanfyri okkum onnur. Tey spegla fortíð, nútíð og framtíð. Tey hoyra grasið grógva, og tey geva okkum neyðugar upplivingar. Hesar upplivingar kunnu vera framúr góðar, hugvekjandi ella skakandi. Listafólk stytta okkum stundir, og tey fáa okkum at hugsa um lív og tilveru okkara. Teirra skapandi virksemi hevur tí stóran týdning fyri okkum øll. Vit hava øll brúk fyri listafólkunum. Skapandi virksemi teirra hevur ikki bert týdning fyri okkara trivnað og samleika, men hetta virksemið hevur eisini búskaparligan týdning og týdning fyri okkara umdømi úti í heimi. Vit eiga øll at sýna listafólkum virðing, og vit eiga at stuðla teimum bæði so og so. Í einum altjóðagjørdum heimi hevur kappingarsamleiki stóran týdning, og í hesum høpi fáa listafólk ein størri og størri leiklut. Vit, t.v.s. alt samfelagið, standa tískil í vaksandi skuld til okkara listafólk, ið øll, uttan mun til listaøki, røkja sítt listarliga virksemi til gagns og gleði fyri okkum øll. Tær almennu Føroyar, land og kommunur stuðla mentan og list við almennum peningi á løgtingsfíggjarlóg og á kommunalum fíggjarætlanum. Hóast onkur heldur, at stuðulin kundi verið hægri og munadyggari, so er hetta kortini ein almenn viðurkenning av tí orku, sum listafólk leggja í teirra arbeiði og ein almenn viðurkenning av tí týdningi, sum mentan og list hava fyri okkara samleika og fyri kappingarsamleika okkara uttanlanda. Kappingarsamleiki er í hesum høpi at skilja sum branding. Tær almennu Føroyar branda seg uttanlanda við føroyskari list og við at vísa almennum gestum dømi um verk, ið okkara listafólk skapa. Í hesum líkjast vit okkara grannalondum. Eisini privatar fyritøkur nýta verk hjá okkara listafólki til branding, tað veri seg innan tónleik, leiklist, myndlist ella bókmentir, og nógvar privatar fyritøkur sponosera list eins og tær sponsorera ítróttin. Tað privata eigur eins og tað almenna at kenna sínar skyldur mótvegis mentan og list og tá rætt skal vera, so fær økið mangan góðan stuðul frá ávísum føroyskum fyritøkum, ið soleiðis sýna listini stóra virðing. Vit í Miðlahúsinum, sum umboða eitt miðlasamtak, ið fevnir um blað, útvarp og portal, kenna tað eisini sum okkara skyldu at taka stig til at stuðla og heiðra føroyska list. Hetta fara vit nú at gera ítøkiliga við at stovna eina listavirðisløn, nevnd Listavirðisløn Miðlahúsins. Hetta gera vit saman við samstarvssponsorum, sum hesaferð eru: Norðurlandahúsið, Fuglafjarðar kommuna, Klaksvíkar Kommuna, Havsbrún og Norðoyar Sparikassi. Listavirðisløn Miðlahúsins verður á hvørji ólavsøku hereftir latin einum ella fleiri skapandi ella útinnandi listafólkum ella bólkum, sum vit meta at hava serstakliga stóran týdning fyri føroyingar og fyri føroyskan samleika. Hetta seinna verður undirstrikað við, at virðislønin verður handað tjóðardagin, ólavsøkudag eftir tingsetan og við at handanin fer fram við standmyndina av Nólsoyar Pálli, ið hevur so stóran ímyndaligan týdning fyri okkum føroyingar. Ólavsøkudag í ár verður Listavirðisløn Miðlahúsins latin á fyrsta sinni. Tað verða tveir skapandi og útinnandi tónlistamenn, ið fáa heiðurin og fara vit at kunngera nøvnini, tá virðislønirnar verða handaðar ólavsøkudag klokkan 13.30 á Nólsoyar Pálstorginum í Vágsbotni. Tiltakið verður sum nevnt skjótast eftir, at Løgtingið er sett, og handaninar fara fram við standmyndina av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, og vit í Miðlahúsinum og stuðlar annars vóna, at nógv fólk fara at nýta høvið at vera við til at heiðra tveir av okkara tónlistamonnum, ið bæði smíða løg og frambera tey til eldri og yngri føroyskan skaldskap.