Systkini Súsanna, Ria og Hans Tórgarð fáa Listavirðisløn Miðlahúsins 2009 fyri teirra stóra og slóðbrótandi virksemi fyri føroyska leiklist. Tey hava í mong ár og mangan undir truplum umstøðum verið framúr virkin við sjónleiki, leikstjórn og leikriti, og listarliga arbeiði teirra hevur havt stóran týdning fyri føroyska leiklist og føroyskan samleika. Við stórum ídni, góðum sjónleikaragávum og málsligum hegni hava tey trý saman við mongum øðrum innan leiklistaøkið verið við til at flyta føroyska leiklist fram á altjóða støði. Súsanna, Ria og Hans Tórgarð hava við leiklistini givið føroysku áskoðarafjøldini ríkar og ógloymandi upplivingar, samstundis sum tey hava verið við til støðugt at menna føroyskan sjónleik sum listagrein í Føroyum.
Tíðindi