Minningarhald
Listin yvir sjólætnar føroyingar er blankur í ár. Tað vil siga at síðan seinasta allahalgannadag er eingin føroyingum deyður í yrki sínum á sjónum. Tó er ein maður saknaður og ikki komin afturíaftur.
Tórshavnar Sjómansheim skipar fyri minningarhaldi fyrrapartin í dag, soleiðis sum gjørt hevur verið síðan 1957.
Jeffei Johannesen, leiðari á Sjómansheiminum, sigur, at byrjað verður á Sjómansheiminum fyrrapartin klokkan 10.00, har andakt verður við Meinhardi Bjartalíð, presti. Haldið á Sjómansheiminum plagar at vara umleið ein hálvan tíma. Síðan verður farið niðan í Viðalundina, har Anfinn Kallsberg, løgmaður, fer at leggja krans við minnisvarðan.
Klokkan 20.00 í kvøld verður minningarguðstænasta í Havnar Kirkju, har Sonja Klein, sóknarprestur fer at prædika. Aftan á guðstænastuna verður alt kirkjufólkið boðið til ein drekkamunn á Sjómansheiminum.
Eisini aðrastaðni verða minningarhald í dag. Í Klaksvík verður minningarhald klokkan 15.00, har kransar verða lagdir við minnisvarðan og bæði kór- og felagsangur verður. Eivind Bringsberg fer at halda røðu, eins og borgarstjórin fer at siga nøkur orð. Eisini á Eiði, við Gjógv og í Haldarsvík er lýst við minningarhaldi allahalgannadag.
Føroya Fiskimannafelag hevur trúliga gjørt yvirlit yvir teir, sum farnir eru í virki sínum á sjónum. Listarnir hava verið bæði longri og styttri, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Um tóma listan í ár sigur hann, at tað bert er aðru ferð, síðan hann í 1971 tók við sum formaður í Fiskimannafelagnum, at einki navn er á listanum. Ta fyrru ferðina var í 1996, sigur hann.
Óli Jacobsen sigur, at tá roknað verður við sjólætnum, verður roknað við fólki, sum farin eru í arbeiði sínum í samband við sjógvin eins og fólki, ið druknað eru.
Hóast eingin stendur á listanum hjá presti í kvøld, er kortini ein føroyingur saknaður seinasta árið. Tað er tann 70 ára gamli Óli Dam úr Havn, sum varð saknaður í Kollafirði í august mánaða, og enn ikki er afturkomin.
Tað var undir seinna heimsbardaga, at gjørt varð av, at allahalgannadagur, tann 1. november, skuldi verða hildin sum almennur minningardagur teirra, sum sjólætnir vóru, og hevur dagurin síðan verið almennur flaggdagur, har flaggað verður í hálvari stong.