Eftir mong ár við ymiskum tónleikaundirhaldi í Danmark, føldi Sidsal Randarsól Kristiansdóttir fyri nøkrum árum síðan, at hon hevði tørv á at úttrykkja seg listarliga.
- Eg var troytt av áskoðarum. Ikki tí, at tað var galið við teimum, men eg føldi, at mítt lív var vorðið turbulent. Eg hevði brúk fyri at skapa nakað og at kunna siga nakað, har eg kundi vera fyri meg sjálva - og uttan publikum, sigur listarkvinnan.
Sidsal Randarsól Kristiansdóttir er ættað úr Skopun, og fyri sløkum hálvum øðrum ári síðan flutti hon heim aftur til Føroya at búgva.
Herfyri hevði hon listaframsýning í Östrøm í Vágsbotni, har hon bæði fekk góð skoðsmál, konstruktivar viðmerkingar, íblástur og eggjan til framhald í sínum listarliga yrki.
Á vegginum í hugnaliga rúminum, har in.fo hitti hana seinnapartin týsdagin, hongur ein stórur og forvitnisligur málningur.
Einir fimm lundar - ella lundahøvd og bringa - er niðasti parturin av málninginum. Mjúku lundahøvdini og máttmiklu nevini skimast í ymiskar ættir, og tað er líka sum, at hvør fuglur hevur sítt eygnabráð - og sína sál.
Onkur fuglur hyggur beint fram, onkur hongur við høvdinum, og uppaftur onkur skimast upp í tjúkku og gráu tokuna, sum hongur yvir teimum.
Í ovasta parti av málninginum er luftin blá sum havið.
- Tað tók mær langa tíð at mála handa málningin. Eg vil, at málningurin og mín list í síni heild skulu fortelja eina søgu.
Sidsal Randarsól Kristiansdóttir vísir á, at í fyrsta lagi brúkar hon lundarnar og teirra eygnabráð og kropsburð til at siga søguna, og í aðrar mátar er tað málningurin sum heild, ið er søgan.
- Eg havi bæði spælt á guitar, skrivað tekstir og gjørt løg, síðan eg var heilt ung, men tað kom tann dagur, tá eg føldi, at pallurin í tí støðu, eg var í, ikki gagnaðist mær.
Listarkvinnan sigur, at hon altíð hevur teknað, men tað er ikki fyrr enn seinnu árini, at hon veruliga eri farin í holt við at mála.
- Sum ung var eg í USA, og tá fekk eg eisini privata frálæru, bæði í tónleikaligum og í listarligum høpi, sigur listarkvinnan.
At Sidsal Randarsól Kristiansdóttir í størri mun trekti seg frá pallinum, merkir tó ikki, at hon ikki hevur hug til tónleik og ei heldur, at tónleikur ikki framvegis er ein stórur partur av hennara lívi.
- Tónleikur verður altíð ein partur av mær, og eg havi eisini undirhildið, síðan eg kom heim aftur til Føroya at búgva. Soleiðis var eisini við til eitt jólaborð á Deplinum í Skálavík herfyri.
Hon heldur, at hóast hon í eina tíð føldi, at hon ikki megnaði at spæla úti, fer tónleikurin aftur at fáa tað pláss hjá henni, sum hann náttúrliga eigur at hava.
- Nú havi eg so málningalistina aftrat, og tað er bara eitt eyka bonus, sigur Sidsal Randarsól Kristiansdóttir í Skopun.
Í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús seinnapartin mánadagin, er ein størri samrøða við listarkvinnuna í Skopun.