Í samband við, at Málingahandilin við Landavegin í næstum flytir í nýggj hølir í Vøruhúsinum á Hjalla, er avgerð tikin um, at listmáling ikki longur skal vera partur av virkseminum. Hetta merkir, at listdeildin eftir sløkum 40 árum nú fær nýggjan eigara.
- Hetta er í samband við, at listmáling ikki longur skal vera partur av virkseminum hjá okkum. Við øktum fokus á máling og innrætting, fellur listmáling uttan fyri okkara kjarnuvirksemi frameftir. Tískil hava vit valt at lata virksemi við listmáling til onnur at reka.
Tað sigur Peter Mouritsen, stjóri í Vøruhúsinum. Hann vísir á, at tey eru sera fegin um at hava funnið júst rætta keyparan við Myndlist, sum kann veita viðskiftafólki eina góða tænastu. Myndlist yvirtekur tískil virksemið og flytir tað oman í hugnaligu hølini í Tórsgøtu 16.
Myndlist er rammuhandil og listhandil, sum veitir ráðgeving og tænastu til bæði ólærd og lærd. Handilin hevur eitt nú væl umtóktu Golden-málingina úr Amerika, sum mong listafólk hava saknað í Føroyum. Haraftrat umboða tey merkini Da Vinci, Schmincke, Hahnemuhle, St. Petersburg, Molotow og Siemerink.
Nú hava tey so eisini gjørt avtalu við Málingahandilin við Landavegin, sum flytir niðan í Vøruhúsið á Hjalla, um at yvirtaka teirra listvirksemi og vøruúrval.