Sandavágur og Neskaupsstaður í Íslandi eru vinarbýir, og á vestanstevnu, sum verður næsta vikuskiftið, fær Sandavágur fjølmenta vitjan úr Íslandi.
Í Neskaupsstaði er fastur táttur at pynta býin við litum til eina summarstevnu, sum hildin verður fyrsta vikuskifti í august. Tá verður býurin býttur upp í økir, og hvørt øki - ella grannalag - hevur sín lit.
Borgarstjóri í Vága kommunu er Rósa Samuelsen, og hon er eisini forkvinna í løgtingsins trivnaðarnevnd.
- Við íblástri frá okkara vinarbýarsamstarvi við Neskaupsstað er Sandavágur til vestanstevnu í ár býttur upp í økir, har hvørt grannalag hevur sín egna lit.
Hon heldur tað vera stuttligt og hugvekjandi at síggja, hvussu grannaløg standa saman og søkja saman um hetta tiltak.
- Tað er eisini hugtakandi at síggja, hvussu kreativ fólk eru við at pynta og seta litir á - við vimplum, urtapottum og máling á ymiskan hátt.
Rósa Samuelsen vísir á, at fólk hava arbeitt til langt út á næturnar fyri at seta sín dám á og vera við í hesum litríka tiltaki, ið ivaleyst er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum.
- Eg fegnist eisini um ta áhugaverdu og fjølbroyttu skrá, sum tað hevur eydnast okkara fólki at leggja fyri dagin til vestanstevnu - við bæði mentanarligum, andaligum og stuttligum tiltøkum av ymiskum slag.
Hon sigur seg onga løtu ivast í, at slíkur vilji og slíkt sjálvboðið arbeiði, sum her verður lagt fyri dagin, er ein fantastisk marknaðarføring av Sandavági og Vága kommunu.
- Innan ungdómsarbeiði, ítrótt í síni heild og mentanartiltøk av ymiskum slag liggur eitt stórt og sjálvboðið arbeiði, ið hevur veldugan týdning fyri okkara kommunu, sigur Rósa Samuelsem.