Litføgru teppini komin heim aftur

Í tvey ár hava bundnu teppini hjá Katrinu Mariu Hansen (1913-2010) verið á framsýningum úti í heimi og komu í vikuni heim aftur til Føroya.

Tá teppini vórðu sýnd fram í Norðurlandahúsinum á vetri í 2010, var tað fyrstu ferð nakrantíð, at hesi sermerktu listaverkini hjá Katrinu Mariu Hansen vóru savnað saman og alment sýnd fram. Listin hjá K.M. Hansen var so at siga ókend, tá Jóhanna av Steinum, sniðgevi, við framsýningin undir heitinum “Bundin uppruni - óbundin uppspuni” tók tey fram í ljósmála.

Síðani hava teppini verið víst á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, í Telsai í Litava, í Mariehamn í Álandi og í Vesturnorrlandi í Svøríki.

Framsýningin var ein dialog framsýning millum bundnu mótasniðgevingina hjá Jóhannu av Steinum og bundnu listaverkini hjá K.M. Hansen, sum Jóhanna av tilvild kom fram á á vetri í 2007.

Jóhanna av Steinum hevur hildið fyrilestur um K. M. Hansen og hennara verk til framsýningarnar í øllum fimm londunum. Framsýningrnar hava verið sera væl umtóktar og væl vitjaðar allastaðni, har tær hava verið.

Í februar næsta ár er ætlanin, at Jóhanna av Steinum skal halda bindiskeið í Norðurlandahúsinum at læra áhugað at binda tílík teppi.