Eitt lágtrýst millum Ísland og Grønland fer í ein landnyrðing og tilhoyrandi brúgvaløg fara framvið Føroyum í nátt. Síðani streymar lýggjari luft yvir Føroyar úr útsynningi. Týsdagin veksur eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum.
Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 metrar um sekundið, og møguliga harðar hvirlur. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum trý og átta stig.
Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum frá líður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið, men okkurt æli. Hitin millum fýra og átta stig.
Hósdagin og fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og sólarglottar og hitin millum fimm og tíggju stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, seinni skýggjað og stundum regn. Um náttina eitt gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, og tað klárar í í ein landnyrðing. Hitin millum fimm og átta stig.
Sunnudagin verður eitt lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt, men væntandi skýggjað og támut. Hitin millum fimm og átta stig.