Lítil fiskur teir fyrstu dagarnar

Nú illveður er, liggja flestu skip og bátar, og tað ganga helst nakrir dagar, áðrenn fyrstu ráfiskanøgdirnar av týdningi verða landaðar.

Á ársins seinasta degi gjørdu tey á Fiskmakarknaði Føroya sær sínar metingar um, hvussu ráfiskatilfeingið fer at roynast hesa vikuna.

 

Men, tað er einki, sum bendir á, at nakar serligur fiskur verður landaður teir allar fyrstu arbeiðsdagarnar í árinum.

 

Veðrið er ringt, og øll línuskipini liggja. Væntandi er tó, at fyrstu línuskip fara at loysa, tá hann blíðkar veðrið aftur.

 

Eins og veðrið er vánaligt, verður streymurin heldur ikki nakað serligur hesa vikuna Tí verður ikki roknað við nøkrum útróðri, meðan veðrið enn leikar í.

 

Á ársins seinasta degi lógu øll partrolarapørini, teir smáu trolbátarnir lógu eisini, men ein djúpvatnstrolari var til fiskiskap.

 

Sum skilst, hevur garnaskipið, sum fiskar svartkalva, gørnini standandi, men ivasamt er, nær gørnini verða drigin, og skipið kemur inn at landa.