HB
Jákup á Borg var - á sama hátt sum liðfelagarnir vóru tað - nøgdur við at hava eitt stig við aftur til Havnar.
- Skála er eitt fínt fótbóltslið. Teir spæla væl, og teir pressa okkum støðugt, tá ið vit royna at byggja upp. Fyrstu løtuna vóru vit á afturpartinum, men vit mentust, og sum 2. hálvleikur leið haldi eg, at vit vóru eins tætt við at fáa sigursmálið, sum teir vóru tað, heldur álopsspælarin, sum sigur seg fegnast um mátan, sum HB liðið nú roynir at fáa stig uppá:
- Julian Hansen hevur givið okkum boð um at spæla fótbólt. Hann heldur seg hava gott spælaratilfar at spæla, og so heldur hann onga orsøk vera at sparka. Eisini hevur hann lagt um, so vit nú eru tríggir har frammi. Vit hava leysar teymar at flyta okkum úr síðu og í síðu. Venjarin vísti eisini við útskifting eftir stóran hálvan tíma, at hann einki hevur ímóti at taka konsekvensirnar beinanvegin. Hann kundi havt skift fleiri út, tí fyrstu løtuna vóru vit fjáltusstungnir, men tíbetur vunnu vit á hesum.
Hvussu sást tú málið, sum tit fingu?
- Satt at siga so hevði eg roknað við, at dómarin fór at bríksla fyri frísparki til teirra, eftir at eg hevði verið í nærdysti við ein teirra. Og eg haldi eisini, at tað var púra óneyðugt, at bólturin fór inn um strikuna. Eg skilji ikki, at teir ikki fingu hann aftur, tí hann hevðí onga ferð móti vindinum, sigur Jákup á Borg.
Hvussu verður nú?
- Hjá okkum ræður um at vinna hvørja ferð. Vit eru tvey stig aftanfyri Skála og eitt stig aftanfyri B36, sum vit skulu spæla ímóti. Vit mugu gera okkara og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at bera.