Litríkur Torbjørn í Focus

Ein heimur av liteksplosiónum letur seg upp á framsýning hjá listamálaranum Torbjørn Olsen í Galerie Focus í morgin

Kenslur í litum

Føroyski listamaðurin, ið er serliga kendur fyri sínar litsterku myndir, er ikki vorðin spakari við árunum. Heldur øvut.

Nógvir av nýggjastu málningum hjá 52 ára gamla Torbjørn Olsen eru mest at líkna við kensluligar liteksplosiónir.

Listamaðurin greiðir frá, at jú meir intenst, hann arbeiðir við einum málningi, jú ógvusligari og sterkari verða hansara kenslur.

Harvið traðkar ítøkiliga myndevnið í bakgrundina, meðan kensluligu tulkingarnar av tí taka yvir og fáa sítt egna lív og útrykk í sterkum litum.

Sigandi andlitsmyndir

Torbjørn Olsen er uttan iva tann føroyski málarin í nýggjari tíð, ið hevur gjørt mest burtur úr andlitsmyndum.

Fyri Torbjørn er tað eitt krav, at ein andlitsmynd líkist, men ikki bert í útsjónd.

Ein góð andlitsmynd skal eisini endurspegla sinnalag, verumáta og annað, ið eyðkennir persónin, heldur Torbjørn Olsen, sum tí helst vil hava góðar stundir at koma at kenna persónin, hann málar.

Framsýningin hjá Torbjørn Olsen í Galerie Focus letur upp fríggjadagin kl. 16.

Við á framsýningini eru 23 málningar, harav teir allarflestu eru málaðir í ár.