Lív Maria, Britney og dómadagsmanifestið

Í triðju og seinastu grein viðgera vit DE ANIMA, BITCH og taka saman um metamodernismu við eini persónligari hugleiðing.

Ein sálarmessa fyri Britney

 

"It's Britney, bitch!" Soleiðis sigur Britney Spears í allarfyrsta sekundi av lagnum Gimme More, sum var fyrsta staklagið av fimtu plátu hennara, Blackout, í 2007. Ágrýtni tónin skal skiljast sum eitt aftursvar til eitt rokaligt ár, har Britney hevði verið nógv frammi í miðlunum, tí hon eftir at øllum at døma fekk eitt sálarligt samanbrot. Myndir av hennara krúnrakaða høvdið spreiddust sum ein kaliforniskur skógareldur í miðlunum, og allur meldurin hevði við sær, at hon fyribils misti foreldramyndugleikan at báðum børnum sínum. Øll tosaðu um Britney, og her svaraði hon aftur.

 

Hetta er baksýnið í DE ANIMA, BITCH við undirheitinum Hennara undirgangur er undirgangur okkara alra – ein sálarmessa fyri Britney, sum Lív Maria Róadóttir Jæger gav út í 2023.

 

Í triðju og seinastu grein í røðini um metamodernismu í føroyskum bókmentum viðgera vit verkið hjá Lív Mariu. At enda greiði eg eisini fra mínum komandi verki, sum eitur hey :) og ber undirheitið TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ.

 

Lesið greinina í Sosialinum, sum fæst í handlunum nú.